Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gott at hava systkin

- Betri systkinaavsláttur í Tórshavnar Kommunu

Tá ið fíggjarætlanin fyri Tórshavnar Kommunu varð samtykt á seinasta býráðsfundi,  var samgongan í Býráðnum samd um at  veita ein betri systkinaavsláttur til barnafamiljur, sum hava fleiri børn á dagstovni í Tórshavnar Kommunu. Vit halda, at tað er umráðandi, at Tórshavnar Kommuna tryggjar barnafamiljum so góð viðurskifti sum møguligt,  og at tað skal vera hugaligt at búseta seg í Havn sum barnafamilja. Eitt sum tyngir húsarhaldið hjá ungum barnafamiljum eru gjøld fyri dagstovnapláss. Og tess fleiri systkin eru á dagstovni, tess meira kostar tað einstøku familjuni. 

Nú eru vit komin á mál við leistinum fyri nýggja systkinaavsláttrinum. Og varð hesin leistur samtyktur av einum einmælt samdum býráði  á býráðsfundi í kvøld. Avgjørt er, at í Tórshavnar Kommunu skal ein barnafamilja einans rinda dagstovnagjald fyri eitt barn. Gjaldið fylgir yngsta barninum. Fyri øll hini systkini, sum eru á dagstovni, verður eftir 1. januar 2016 einki gjald tikið. 

Tess fleiri børn, tess størri sparing
Henda nýskipan merkir, at ein familja, sum til dømis hevur eitt barn í vøggustovu og eitt barn í barnagarði, kemur at spara  940 kr. um mánaðin. Tess fleiri børn ein barnafamilja hevur á stovni, tess meiri sparir familjan í dagstovnaútreiðslum. Ein familja við trimum børnum, einum í vøggustovu, einum í barnagarði og einum í frítíðarskúla, fær eina  minni  útreiðslu um mánaðin á 1416 kr., og hevur trý barnafamiljan tvey børn í vøggustovu og eitt í barnagarði er minni útreiðslan hjá hesari familjuni 2.849 kr um mánaðin. 

Henda nýskipan fer eins og eitt lækkað skattaprosent at tryggja barnafamiljum í Tórshavnar Kommunu betri kor. 

Samgongan í  Tórshavnar Kommunu fegnast um, at vit hava fingið fulla  semju í býráðnum um hesa broyting. Hon vendir sosialt rætt, og eisini umsitingarliga er henda skipanin einføld at umsita. 
Nýggja meginreglan verður sostatt at: “Foreldur rinda bert fyri eitt barn. Hava foreldur fleiri børn í ansing, verður bert rindað fyri yngsta barnið”.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs