Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gongutúrur fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein

Mikudagin 26. mai kl. 17.00 skipar Krabbameinsfelagið fyri gongutúri runt Toftavatn. Túrurin er fyri allar kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein.

Vit ganga frá Skótahúsinum við Løkin, runt Toftavatn. Túrurin verður mikudagin 26. mai, vit hittast uttanfyri Skótahúsið við Løkin í Runavík kl. 17.00. Minnast til góðar skógvar at ganga í og at verða ílatin eftir veðrinum.