Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gongur væl í Føroyum? - Vit mugu spyrja hjá hvørjum?

Fátækramarkið. Neyðugt at ganga nýggjar leiðir í fólksins tænastu.

Tá vit tosa um fátæka markið mugu vit eisini í ein ávísan mun ásanna er neyðugt at endurvinna trúvirði á politisku skipanina, tí hvussu skal ein almennur politiskur myndugleiki kunna góðtaka, at tað almenna eigur ognir í almennum partafeløgum, sum hevur eitt virði uppá uml. 7 milliardir, og sum liggur uttanfyri landskassaroknskapin, har almennir stjórar, starvsfólk og nevndarlimir fáa lønir sum liggja tvífalt av tí sum almenn starvsfólk fáa , tá fleiri av okkara borgarum liggja við eini inntøku sum er niðanfyri fátæka markið?

Tað sigur seg sjálvt at tað ber ikki til! Tað er neyðugt við einum sterkum vinnulívi og einum samfelag, sum sosialpolitisk byggir á samhaldsfesti og solidaritet í øllum samfelagnum, har øll kenna seg trygg, so vit øll kenna okkum sum borgarar í einum felagsskapi, har neyðugt er at taka hond um hvønn einstakan, og tí er eisini neyðugt at styrkja álitið á politisku skipanina, ganga nýggjar leiðir í fólksins tænastu.

Hagtølini siga frá eini syrgiligari søgu: 

• Umleið 55% av føroyingum hava ikki ráð at ogna sær sín egna bústað.
• Umleið 16% av fólkapensjónistunum liva undir fátækramarkinum.
• Umleið 600 stakir uppihaldarar liva av olmussu.

Føroyska samfelagið SKAL ikki bert tæna áhugamálunum hjá fíggjarstovnum, fyritøkum, fakfeløgum og áhugabólkum. FØROYAR er til fyri ALLAR FØROYINGAR!

Tað verður sagt at tað gongur væl í FØROYUM, men vit mugu spyrja hjá HVØRJUM!

Nýtt Sjálvstýri vil seta ítøkilig átøk í verk, ið tekur hond um tey veiku, tryggjar haldføri í búskapinum. Einans á hendan hátt kunnu vit tryggja okkum, at vit tey komandi árini røkja og halda fast við grundleggjandi vælferðartænasturnar í okkara samfelag. 

Lasse Klein
Valevni, Nýtt Sjálvstýri