Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gongur rættan veg við spillivatninum

4 av 30 kommunum hava fingið spillivatnsviðurskiftini í rættlag. Fleiri eru væl ávegis at gerast lidnar.

Síðani kommunurnar lótu Umhvørvisstovuni spillivatnsætlanir til góðkenningar í 2010, hevur Umhvørvisstovan á hvørjum ári havt samband við kommunurnar fyri at vita, hvussu langt áleiðis tær eru komnar við spillivatnsarbeiðinum. Uppgerðin fyri 2015 vísti, at einans 4 av 30 kommunum hava hildið tíðarfreistina, sum er ásett í spillivatnskunngerðini, ið er ár 2015. Hesar eru Eiðis-, Fámjins-, Hovs- og Skálavíkar kommunur.

Í 2009 kom kunngerðin um spillivatn í gildi, ið álegði øllum kommunum at gera eina spillivatnsætlan. At kommunurnar skuldu gera spillivatnsætlan var ikki nakað nýtt, tí í umhvørvisverndarlógini (1988) stendur, at kommunurnar skuldu gera eina heildarætlan viðvíkjandi spillivatninum. Í umhvørvisverndarlógini var tó eingin tíðarfreist ásett fyri, nær kommunurnar skuldu fáa spillivatnsskipanir lidnar, og tí kundi Umhvørvisstovan ikki áleggja kommununum at verða lidnar innan ávísa freist. Í spillivatnskunngerðini álegði man kommununum at fáa spillivatnsviðurskiftini í rættlag innan 2015.

Tørvurin á at seta eina tíðarfreist var stórur, tí tá kunngerðin kom, hevði enn eingin kommuna fingið spillivatnsviðurskiftini í rættlag, og sást týðiliga ein vantandi raðfesting av spillivatnsøkinum hjá nógvum kommunum. Tó var tað ymiskt frá kommunu til kommunu, hvussu langt áleiðis tær vóru komnar. Ein uppgerð, ið Umhvørvisstovan gjørdi í 2010, vísti, at 80 % av útleiðingunum vóru ólógligar, og at 84 % av hesum ólógligu útleiðingunum, ið svarar til yvir 800 útleiðingar, leiddu spillivatn út í áir. 
Hóast einans 4 kommunur eru lidnar, sæst tó, at tað gongur rætta vegin hjá flest øllum kommunum. Innan 5 ár skuldi talið av kommunum, ið eru lidnar, verið komið upp á 19. 

Orsøkirnar til, at fleiri kommunur enn ikki eru lidnar, eru sera ymiskar. Hjá teimum allar flestu er orsøkin vantandi fíggjarlig orka. Tað kann t.d. vera, at kommunan er illa fyri fíggjarliga og tí ikki fær sett neyðuga peningin av, ella t.d. at kommunan frammanundan ikki var komin serliga langt áleiðis við spillivatnsarbeiðinum, og er talan tí um sera stórar útreiðslur á spillivatnsøkinum, sum mugu fíggjast yvir fleiri ár. Í summum førum er talan tó enn beinleiðis um vantandi raðfesting av spillivatnsøkinum.

Árið, ið kommunurnar siga seg verða lidnar við at fáa spillivatnsviðurskiftini í rættlag, sæst í talvuni niðanfyri.

Ár

Kommunur
2015Eiðis, Fámjins, Hovs, Skálavíkar,
2016Fuglafjarðar, Fugloyar, Kunoyar, Sjóvar, Sumbiar, Viðareiðis,
2017Hvalbiar, Hvannasunds, Kvívíkar, Sunda
2018Eystur, Skúgvoyar,
2020Porkeris, Sands,
2021Klaksvíkar,
2025Húsavíkar, Nes, 
2028Runavíkar,
Óvist

Húsa, Skopunar, Sørvágs, Tórshavnar, Vestmanna, Vága, Vágs, Tvøroyrar,

 

 

 

 

 

 

 

 

 



8 kommunur kundu ikki upplýsa, nær tær vænta at verða lidnar at fáa spillivatnsviðurskiftini í rættlag. Hesar eru Húsa-, Skopunar-, Sørvágs-, Tórshavnar-, Vestmanna-, Vága-, Tvøroyrar- og Vágs kommunur.

Húsa kommuna hevur næstan einki gjørt síðani kunngerðin kom í gildi. Orsøkin er, at kommunan sjálv ikki hevur mett seg føra fyri at gera arbeiðið. Nú, tá Húsa kommuna leggur saman við Klaksvíkar kommunu, verður tað Klaksvíkar kommuna, sum fer at standa fyri arbeiðinum, men enn er eingin ítøkilig ætlan gjørd fyri, hvussu hetta verður skipað. Tí kundi kommunan ikki upplýsa, nær arbeiðið verður liðugt.

Skopunar kommuna er komin langt áleiðis við spillivatnsarbeiðinum, tí kommunan fór at raðfesta hetta øki fyri nøkrum árum síðani. Tí manglar ikki nógv fyri at blíva liðug. Men av tí, at kommunan hevur verið illa fyri fíggjarliga tey síðstu árini, sigur kommunan seg ikki kunna seta nóg mikið av peningi av. Tí kundi kommunan ikki upplýsa, nær arbeiðið verður liðugt.

Sørvágs kommuna upplýsti, at arbeiðið er í gongd, og verður væntandi liðugt um 10-20 ár, alt eftir, hvussu nógv tey eru før fyri at seta av til spillivatnsøkið. Sama er galdandi fyri Vága kommunu, ið upplýsti 6 til 12 ár.

Tórshavnar kommuna hevur fingið næstan allar útleiðingar í rættlag. Økini, sum enn mangla, eru flest øll projekterað, men eru ikki sett í gongd. Orsøkin  er, at kommunan ikki hevur sett nóg nógvan pening av til spillivatnsøkið eins og ætlað. Men talan er í øllum førum um eini 10 ár, innan kommunan verður liðug.

Fólk hjá Tórshavnar kommunu í holt við at leggja nýggjar spillivatnsleiðingar í Trapputúni.

Fólk hjá Tórshavnar kommunu í holt við at leggja nýggjar spillivatnsleiðingar í Trapputúni.

Síðani hava vit Vestmanna-, Tvøroyrar- og Vágs kommunur, ið hava gjørt lítið seinastu árini innan spillivatnsøkið. T.d. kann nevnast, at enn mangla 21 hús rottanga í Vestmanna kommunu, meðan umleið 40 hús í Vágs kommunu ongan rottanga hava. Orsøkin er, at hesar kommunur hava raðfest onnur øki fram um spillivatnsøkið.