Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Leygardagin gingu 197 fólk hálvmaraton hjá Krabbameinsfelagnum, sum var partur av Tórshavn Maraton. Vit í Krabbameinsfelagnum fegnast stórliga um undirtøkuna, tiltakið hevur fingið.

Gongu1/2maraton 4. juni í 2016

Leygardagin gingu 197 fólk hálvmaraton hjá Krabbameinsfelagnum, sum var partur av Tórshavn Maraton. Vit í Krabbameinsfelagnum fegnast stórliga um undirtøkuna, tiltakið hevur fingið.

Hjartans tøkk øll tit, sum skipaðu fyri og sum á ymsan hátt hjálptu til og góvu tykkara íkast til, at tiltakið eydnaðist so avbera væl

Talan, hjá forkvinnuni í Krabbameinsfelagnum til Tórshavn Maraton 2016, sæst niðanfyri:

Tá ið jólini eru í hondum, og summi okkara eta okkum um rygg, so eru kanska onnur enn eg, sum ugga seg við ella billa sær inn, at trupulleikin er ikki tað, vit eta millum jól og nýggjár, men tað vit eta millum nýggjár og jól.

Tað er eitt sindur tað sama at ganga ½ maraton. At ganga langt, tá ið Tórshavn maraton er – og kanska ikki ganga nógv meiri enn tað í eitt ár – tað er ikki nóg mikið. Vónandi verður tað soleiðis hjá okkum, sum eru við í dag – og sjálvandi eisini ætlað okkum at vera við næsta ár – at vit fara at ganga javnan, ta tíðina, sum er millum Tórshavn maratonini.

Og tað er so vælsignað at ganga og tað ber til at gera so nógv, tá ið tú gongur. Tú kanst smílast, gráta, skelda, hugsa, biðja, gleðast, njóta veðrið (um tað er gott ella minni gott), lurta eftir fuglunum, eygleiða náttúruna og árstíðirnar. Tú kanst eisini einki gera – annað enn at ganga.

Í huganum kanst tú fylgjast við onkrum. Tað ber eisini til at fylgjast, veruliga fylgjast við onkrum, tá ið tú gongur: fáa góð prát, flenna, loysa trupulleikar, ganga saman í tøgn.

Tað eru 203 fólk, sum hava teknað seg at ganga ½ maraton í dag, so fyritreytirnar fyri, at tað verður ein góður túrur, eru avgjørt til staðar.

Fyri Krabbameinsfelagið fari eg at takka.

Fyrst Bragdinum. Hetta er eitt sindur, sum skemtisøgurnar um músina og fílin – tá ið músin heldur seg vera minst líka raska, sum fílurin. Eg fari kortini at ditta mær at takka fyri gott samstarv. Lat ongan iva vera um, at størsta stríðið hevur Bragdið. Tað er ein fragd at samstarva við tykkum.

Okkara uppgáva í Krabbameinsfelagnum er at fáa nakrar vaktir til vega. Tað er rørandi, at tey fólkini eisini vilja stuðla Krabbameinsfelagnum og hesum tiltakinum. Summar vaktir koma eisini langvegis frá. Flestu vaktirnar standa longu klárar runt í Havnini og á vegnum inn til Kaldbaks fyri at ansa eftir okkum, sum fara at renna og ganga. Takk.

So eru tað Rynkeby-súklararnir, sum eisini hava gjørt av at hjálpa og stimra okkum, sum ganga og renna. Vit vita, at vikuskiftini eru dýrabar, nú so stutt er eftir, til tit fara undir túrin til París. Takk at tit brúka stóran part av hesum leygardegnum til okkara.

Og so eru tað tey 203. Tey 203, sum hava teknað seg at ganga ½ maraton. Stóra tøkk, at tit hava tikið so væl undir við hesum tiltakinum.

Fyrsta treytin, at koma á mál seinni í dag, at hava gingið ½ maraton, er at tit hava teknað tykkum.

Njótið túrin. Smílist, klappið, stuðlið hvør øðrum – og eisini teimum 300, sum renna.

Gleðist. Tað er ikki sjálvsagt at megna at ganga 21,1 km. Tað er ein gáva.

Góða ferð!