
Gongd komin á heimliga eftirspurningin
Nýggjastu avgjaldstølini staðfesta, at rættiliga stórur vøkstur hevur verið í heimliga eftirspurninginum fyrstu tveir mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør. Fyrstu tveir mánaðirnar í ár hevur landskassin fingið 251,5 mió. kr. í meirvirðisgjaldsinntøkum samanborið við 223,7 mió. kr. somu tíð í fjør. Hetta svarar til ein vøkstur upp á 12,4%.