Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

GONGD Á GOLFVØLLIN

Býráðið hevur nú góðkent verkætlanaruppskotið og sett bygginevnd fyri golfvøllin.

Neyðugt er nú av álvara at seta gongd á fyrireikingarnar til golfbreyt á Glyvursnesi, skal breytin verða liðug í góðari tíð undan oyggjaleikum.

Arbeiðsbólkur hevur saman við golfvallararkitekti fyrireikað og ment uppskot til konsept fyri golfvølli á Glyvursnesi. Harumframt er gjørt eitt verkætlanaruppskot, herundir designuppskot til golfvøll við 18 holum og driving range v.m. við kostnaðarmeting og tíðarætlan fyri íløguna, umframt rakstrarmeting.

Frágreiðingin gevur somuleiðis eina innleiðslu í golf sum ítrótt og frítíðarítriv, møguleikarnar á Glyvursnesi eins og tey atlit, sum tikin eru í mun samfelagsliga, fíggjarliga og umhvørvisliga burðardygd.

Verkætlanin er tengd at ætlanini um oyggjaleikir í Føroyum í 2019, sum tíðarætlanin tí byggir á, men alt verkætlanaruppskotið røkkur longri og breiðari enn tað og vísir m.a. á teir ágóðar, sum golfvøllurin kann hava fyri ferðavinnuna.

Víst verður somuleiðis á, hvussu golfvøllurin endurskapar lendið, sum í sjónligan mun er ávirkað av grótbrotinum, og hvussu verkætlanirnar við golfvølli og útbyggingin av Tórshavnar havn kunnu samskipast og fáa gagn av hvør aðrari.

Grótbrotið ætlast brúkt til venjingarvøll, viðlíkahaldsbygningar og parkering v.m. Neyðugt verður tí at broyta avgerðina um at brúka grótbrotið til tyrvingarpláss og onnur staðseting av tyrvingarplássi finnast.

Til tess at koma víðari var neyðugt við prinsippgóðkenning av verkætlanaruppskotinum, herundir at fáa gjørt ráðgevaraavtalu við golfvallararkitektin, sum lið í klárgering til útboð og arbeiðstøkur. Samstundis verður arbeitt við at fáa neyðugu loyvini til lendið.

Trivnaðarstjórin, tekniski stjórin og mentamálaleiðarin mæltu til prinsippgóðkenning av konsept- og verkætlanaruppskotinum, at gjørd verður ráðgevaraavtala við golfvallararkitektin, og at sett verður bygginevnd til verkætlanina. Hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið.

Eisini varð bygginevnd sett fyri golfvøllin. Eftir uppskoti frá borgarstjóranum varð eimælt samtykt at velja Helenu Dam á Neystabø og Jógvan Arge í bygginevndina.