Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Golfvøllurin á Glyvursnesi verður nakað heilt serligt

Hetta sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, um golfvøll á Glyvursnesi:

Altjóða oyggjaleikanevndin vitjar í Føroyum í hesum døgum. Øllum kunnugt, so hevur ÍSF við fullum stuðli frá løgmanni og Tórshavnar býráð søkt um at verða vertur fyri Oyggjaleikunum í 2019.

Tá eru 30 ár liðin, síðan oyggjaleikirnir vóru í Føroyum. Oyggjaleikirnir tá og oyggjaleikaluttøkan hjá Føroyum øll árini hevur ment føroyskan ítrótt sera nógv.

Her í Havn megna vit longu nú at hýsa flest øllum kappingum, men sum formaðurin í altjóða oyggjaleikanevndini, Jörgen Petterson, greiddi frá í Degi og viku hóskvøldið, so er neyðugt við einum golfvølli.

Golf er skjótast vaksandi ítrótt í heiminum og av sonnum ein fólkaítrótt, har allir aldursbólkar kunnu taka lut. Í grannalandi okkara Skottlandi, har golf hevur sín uppruna, er golf týðandi partur av almenna sosial- og heilsupolitikkinum.

Hetta sæst eisini aftur í skotsku útbúgvingarskipanini, har øll børn læra golf – ikki bert sum spæl, men eisini sum lykil til meira rørslu og fríska luft, betri sosiala integratión og innlit í mentan. Harumframt er golf ein stórur lutur í ferðavinnuni í flestu londum.

Teir dagar, har golf var mett sum ríkmannaítrótt fyri tey fáu og útvaldu, er langt síðan farin. Golf kostar ikki meira hjá børnum og vaksnum at íðka enn aðrar ítróttagreinar.

Og tíðin er nú komin til, at munandi fleiri føroyingar kunnu íðka golf – á Glyvursnesi.

Glyvursnes – golf- og frítíðardepil í serflokki Fyri skjótt tveimum árum síðan fór kommunan í gongd av álvara at fyrireika golfvøll á Glyvursnesi, har Tórshavnar Golffelag longu heldur til, men undir vánaligum umstøðum.

Glyvursnes er veðurgott stað við fagrasta útsýni yvir fjørðin og høvuðsstaðin, bert fimm km av Vaglinum. Umframt golfvøllin verður hetta eitt serstakt náttúruøki, har rúm og møguleikar eru fyri fleiri øðrum frítíðaraktivitetum.

Í arbeiðsætlanini hjá kommununi verður stórur dentur lagdur á at varðveita verandi náttúrufyribrigdi, og at golfvøllurin í allar mátar er umhvørvisvinarligur eisini tá um viðlíkahaldið ræður.

Sum ferðavinnumál hevur Glyvursnes og golfvøllurin har tí serstakar møguleikar. Golfferðavinnan í alheimshøpi er stór og skjótt vaksandi. Sum nakað serligt kunnu t.d. cruiseturistar siglast beinleiðis av skipinum og til golfvøllin.

Og í felagshúsinum verður matstova, sum kann borðreiða við tí besta av føroyskari rávøru. Glyvursnes kann geva øllum vitjandi eina sestaka heildaruppliving.

Golfvøllurin

Tórshavnar býráð hevur sett pening av til íløguna, sum full semja er um at fremja komandi árini. Skal vøllurin verða klárur til Oyggjaleikir 2019, skal hann verða liðugur í seinasta lagi 2016, tí vøllurin krevur eini 2-3 ár at búnast, áðrenn spælast kann á honum. Tí skal byggiarbeiðið byrja nú, men enn hevur kommunan ikki rættindi til lendið. Sambært landsstýrinum verður hetta væntandi loyst um stutta tíð.

Golfvøllurin fer at hava 18 hol og lýkur allar altjóða ásetingar. Designuppskotið fyri vøllin vísir, at longsti teinurin runt verður um 5.500 metrar, stytsti um 4.100 metrar. Harumframt verður venjingarøki við driving range og putting green, parkering v.m.

Samlaða økið er um 600.000 fermetrar.

Føroyar eru einasta land í Evropa, sum ikki hevur ein golfvøll. Tað verður ikki leingi aftrat. Um 4-5 ár kunnu vit bjóða føroyingum og útlendingum ein golfvøll og eitt umhvørvi á Glyvursnesi, sum einki stendur aftanfyri onnur lond.

Og Oyggjaleikirnir, teir koma í 2019.

Heðin Mortensen

borgarstjóri