Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini síggjast: Jógvan Amonsson, formaður í Tórshavnar Golffelag, Janus Norðberg, nevndarlimur í Tórshavnar Golffelag, Hannes Thorsteinsson, golfvallararkitektur, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini, Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri.

Golfvøllur á Glyvurnesi nærkast

Tórshavnar kommuna ætlar at byrja arbeiðið uppá golfvøllin í 2013, so hann kann standa heilt liðugur í 2016.

Í heyst fór Tórshavnar kommuna av álvara undir fyrireikingarnar at gera golfvøll á Glyvursnesi. Talan er um golfvøll við 18 holum, umframt serstakt venjingarøki m.a. við driving range.

Eisini verður felagshús, sum umframt ítróttaliga virksemið eisini kemur at hava atknýtt virksemi, eitt nú í samband við ferðavinnuna.

Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri kommununa, Tórshavnar Golffelag og Ítróttasamband Føroya arbeiðir við ætlan um, hvussu arbeiðið skal fremjast. Greitt er, at arbeiðið skal í gongd skjótast, skal vøllurin verða klárur til Oyggjaleikir 2019, tí vøllurin tekur 2-3 ár at búnast, áðrenn tað veruliga kann spælast á honum.

Umframt golf er hugsanin, at eisini aðrar ítróttagreinir og frítíðarfelagsskapir verða brúkarar av stóra økinum á Glyvursnesi.

Fyri nøkrum árum síðan gjørdi mest virdi íslendski golfvallararkitekturin Hannes Thorsteinsson eitt uppskot til golfvøll á Glyvursnesi. Nú hevur arbeiðsbólkurin sent boð eftir Hannesi Thorsteinssyni aftur at gera meira nágreiniligar kanningar av lendinum, jørðildinum, og hvussu vøllurin best skal skipast og byggjast á økinum. Hannes er sera hugtikin av Glyvursnesi. Hann hevur teknað umleið 50 golfvøllir í Íslandi, men vøllurin á Glyvursnesi verður nakað heilt serstakt , sigur hann. Her er vøkur náttúra, spennandi útsýni, og lendið gevur ein skiftandi og avbjóðandi golfvøll, sum hóskar til allar spælarar, uttan mun til, hvussu royndir teir eru.

Golf er skjótast vaksandi ítrótt í heiminum. Golf nú á døgum er fólkaítrótt, har allir aldursbólkar kunnu taka lut. Í Skotlandi, har golf hevur sín uppruna, er golf týðandi partur av almenna sosial- og heilsupolitikkinum. Hetta sæst aftur í útbúgvingarskipanini, har øll børn skulu læra golf. Harumframt er golf ein stórur lutur í ferðavinnuni í flestu londum.

- Tórshavnar kommuna ætlar at byrja arbeiðið uppá golfvøllin í 2013, so hann kann standa heilt liðugur í 2016. Fortreyt fyri hesum er tó, at til ber hjá kommununi at nýta lendið á Glyvursnesi til golfvøll burturav. Landsstýrið arbeiðir sum skilst við broytingum í búnaðarlóggávuni, so at hetta verður møguligt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.

Kelda: www.torhavn.fo