Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini síggjast fremst: Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, Annika Olsen, borgarstjóri, Jógvan Amonsson, formaður í Golffelagnum, síðani: Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, Ingi Samuelsen, kassameistari í Golffelagnum, Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari.

Golfsimulatorskipan á Bacalao

Tórshavnar Golfelag og Tórshavnar kommuna hava gjørt samstarvavtalu um golfsimulatoranlegg á Bacalao. Sum liður í ætlanini at gera golfvøll á Glyvursnesi - og fyri at stimbra áhugan fyri golfítróttini - ynskir Golffelagið at fáa til vega umstøður til spæla golf innandura á sonevndum golfsimulatori.

Møguleiki er fyri staðseting á Bacalao og at fáa nýtiligar umstøður har.
Golffelagið og kommunan hava nú gjørt samstarvsavtalu, har kommunan stuðlar felagnum við at gera verkætlanina til veruleika. Kommunan stuðlar við 80.000 kr. í íløgustuðli til klárgerð av høliskarmum o.a., umframt 60.000 kr. í rakstrarstuðli til virksemi fyrsta árið.

Golffelagið kemur harumframt sjálvt at leggja bæði egna fígging og arbeiðsinnsats í at gera ætlanina til veruleika.

Talan er í fyrstu atløgu um eina eitt ára royndarverkætlan, ið skal eftirmetast komandi ár. Kommunan ynskir við hesi avtalu at stuðla undir at leggja lunnar undir langtíðarvisjónina og at stimbra golf sum ítrótt. Golffelagið fer sambært avtaluni at leggja seg eftir at brúka annleggið proaktivt við at kunna um golf og gera tað áhugavert fyri einstaklingum, skúlum o.ø. áhugaðum bólkum við sámuligum treytum.