Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gølan: Tey taptu stórt

Kvinnan fór í býin uttan trussur. Við sokkabuksum niður á knøini bar ikki til at fáa potefar í sving, og maðurin misti kr. 5.000,00 úr mappuni, sum kvinnan tók við á politistøðina...

Maðurin, sum í juni mánaða varð dømdur hálvtannað ára fongsul, bleiv mikudagin fríkendur fyri allar ákærur í Landsrættinum. Tað vísti seg eisini, at onki hekk saman hjá ákæruvaldinum.

Bjørn á Heygum, advokatur, hevði átikið sær uppgávuna, at verja mannin í Føroya Rætti, men har riggaði onki. Maðurin fekk sær tí danskan advokat at møta ákærunum í Landsrættinum, sum afturfyri vísti eina professionalismu, sum er sjáldsom millum føroyskar advokatar.

Hjá ákæruvaldinum var tað Linde Hasselberg, ið hevði sakina í Føroya Rætti. Tað var eisini hon, ið leiddi terrorin í móti Jóannes í Dali, og tí bleiv flutt til Danmarkar, tá grovu ákærurnar máttu sleppast, og maðurin leyslatast úr Vestre Fængsel.

Hóast tað var Linde Hasselberg, sum tók Føroya rætt, og Finn Ougaard, sum hevði sakina hjá ákæruvaldinum í Landsrættinum, er tað eingin umbering hjá hvørgum. Tí her er tað stovnurin, sum ber ábyrgdina.

Oyggjatíðindi kemur út seinni í dag. Tá fara vit at lýsa hesa gøluna gjølla. Úr innihaldinum:

Kvinnan av øðrum etniskum uppruna fór í býin uttan trussur.

Aftaná sokallaðu neyðtøkuna, segði kvinnan seg fara út, at vilja vinka eftir einum hýruvogni, men blindur vegur var inn til húsini, so hon leyg í rættinum.

Maðurin hevði kr. 5000.00 í mappuni tá hann, saman við kvinnuni fór úr Glitnir, men tá kvinnan kom á politistøðina við mappuni og skuldi melda mannin, vóru bara 400 norskar krónur í mappuni hjá manninum. Hetta hefti løgreglan seg ikki við.

Bar ikki til at neyðtaka kvinnuna, sum hevði sokkabuksurnar niður á knøini.

Hetta og nógv aftrat  - bara í Oyggjatíðindum seinni í dag.