Góður fundur um bústaðarpolitikk og bygging í Tórshavn
Politiski kjakfundurin, sum veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, Føroya Væl, skipaði fyri á Østrøm, mikukvøldið 16. januar, eydnaðist sera væl
Nógv fólk møttu á fundinum, umleið 80 fólk, bæði frá politisku skipanini, fakfólk, umboð fyri Tórshavnar Kommunu, lesandi og onnur áhuga.
Nógvir upplýsingar og vitan kom fram á fundinum, umframt at luttakararnir fingu høvið at seta spurningar og gera viðmerkingar.
Luttakararnir fingu greiða fatan av, hvat er neyðugt at gera politiskt á bústaðarøkinum. Upplýst varð, at nógv fólk standa á bíðilista, bæði í Havn og kring landið.
Víst varð eisini á trupulleikan at útvega fígging til bústaðarbygging, hóast nógvan tøkan pening í samfelagnum. Útyvir vanliga ella traditionella banka- og realkredittfígging, so er ringt at fáa onnur at taka lut, t.d. íløgufeløg og pensjónskassar. Tí er framvegis tørvur á alternativum fíggingarmøguleikum og fíggingarleistum.
Elin Hentze, umboðandi áhugafelagið Búgva, lýsti ógvuliga væl áhugamálini hjá brúkarunum - og vísti á tørvin á nýhugsan og nýskapan innan bústaðarbygging og innrætting.
Sambandsflokkurin vil vera við til at finna loysnir og leggja ætlanir á bústaðarøkinum.
Høvuðsstaðurin er í búskapar- og fólkavøkstri og tí er tørvur á fleiri og fjølbroyttum bústøðum, serliga leiguíbúðum til ung lesandi, einligir forsyrgjarar og eldri.
Bústaðir eru ein grundleggjandi tørvur hjá okkum menniskjum og familjum, og eru ein hornasteinur í okkara vælferðarsamfelag - tí er altíð neyðugt politiskt at raðfesta hetta økið høgt, soleiðis at allir okkara borgarar kunnu trívast og mennast.
Á fundinum varð víst á ítøkilig átøk, sum mugu setast í verk, fyri at tryggja eina málrættaða og mennandi gongd á bústaðarøkinum.
Sí fleiri myndir á Facebook-vegginum hjá Sambandsflokkinum: www.facebook.com/samband.fo/
Framløgur og videoupptøkur frá fundinum kunnu heintast her: Ráðstevnur og
fundir
Føroya Væl