
Annfinnur Garðalíð
Góðu Sjálvstýrisveljarar kring landið - úti og heima
Eg vil takka tykkum hjartaliga fyri stuðulin til lógtingsvalið 2011. Hesuferð var eg ov stuttur, men vónin er , at betur verður næstu ferð. Eg havi lært nakað um politik og kjak millum fólk í hesum samanhangi, og tað hevur verið sera áhugavert. Ingi Mohr sáli bleiv spurdur hendan spurning: “Nær byrjaði tú valstríðið?”. “Dagin eftir valið!” var svarið. So eg vil royna hannsara máta og vónandi ber tað á mál til næsta val.
Stóra tøkk øll somul.
Við sjálvstýriskvøðu
Annfinnur Garðalíð