Góðu kollfirðingar! Góðu stevnugestir!
Takk til ítróttarfólk, skótar og GHM fyri at tit gera dagin so hugnaliga við skrúðgongu, og horntónleiki.
Fyrst av øllum vil eg takka fyri heiðurin, at sleppa at seta Sundalagsstevnuna her í Kollafirði, tí tað er altíð hugnaligt og gott at koma ein túr norður hendavegin.
Sundalagsstevnan, sum skiftir millum Kollafjørð, Hósvík og Hvalvík, er ein av sjey stevnum, sum í kappróðri geva stig í føroyameistarakappingini, so hetta er ein av teimum stóru summarstevnunum, ið fólk savnast um hesa ljósu tíðina.
Í kappingini við hinar stevnurnar stendur Sundalagsstevnan sterk, og eg haldi meg síggja, at so mikið meira orka verður løgd í hana, tá hon bara er her triðjahvørt ár.
* * *
At fólk savnast í Kollafirði, er nú einki nýtt, tí teir gomlu høvdu várting her, og sum bóndabygd ígjøgnum øldir hevur talan verið um ein miðdepil í Streymoynni.
Kollafjørður er ein av landsins bestu firðum, við kringlutu Dalánni, ið rennur í ósan inni á Oyrareingjum, og Signabøi á suðursíðuni og Kollafirði, sum við sínum átta kilometrum er Føroya longsta bygd, á norðursíðuni á fjørðinum.
Nú talan er um gamla bóndabygd, kom Roynarstøðin púra náttúrliga at liggja best frammi í dalinum, tá karmar skuldu útvegast yvirskipaða landsbúnaðararbeiðinum.
Vinnuligt virksemi hevur eisini havt sítt at sagt fyri Kollafjørð, har tað serliga hevur verið fiskurin og tilfeingi úr havinum, talan hevur verið um.
Tit hava í dag gott havnarlag á Langasandi við virkisbygningum, umframt góðshavn á Oyrareingjum, og fyri framman standa fleiri góðir útbyggingarmøguleikar.
* * *
Gott og væl túsund fólk búgva í Kollafirði, á Oyrareingjum og Signabø, og her er alt tað, sum hoyrir eini framkomnari bygd til av kommunalum, almennum og privatum tænastum, umframt at tit hava skúla, ítróttarhøll, barnaansing og annað, ið skal til.
Síðani Kollafjørður í 2001 legði saman við Tórshavnar kommunu, hava trivnaður og møguleikar gingið hond í hond, og ikki skal dyljast, at vit síggja stórt í Kollafirði.
Framhaldandi verður arbeitt við at bøta um vinnuligu karmarnar og annars karmar um ymiskt virksemi í bygdini.** Eisini stendur nú fyri framman ein stór útstykking av grundstykkjum, ið gevur fleiri ungum familjum møguleika at seta føtur undir egið borð í Kollafirði.
At kommunurnar tóku seg saman, hava vit í syðra parti av stóru kommununi upplivað sum eitt ríkidømi og ein íblástur, tí vit eru sera glað fyri at hoyra saman við Kollafirði – og vit vóna sjálvandi, at tit her norðuri hava tað upp á sama máta.
Tórshavnar og táverandi Kollafjarðar kommuna gingu undan við samanleggingini, tí síðani eru fleiri aðrar samanleggingar gjørdar – og hóast vegleiðandi fólkaatkvøðan herfyri hvørki bleiv fuglur ella fiskur, eru okkara royndir, at vit gjørdu rætt.
* * *
Mentanarliga er Kollafjørður eitt av ríkastu plássum í landinum, og enn liva nógvar av søgunum um teir gomlu og heilt serstøku originalarnar, tit áttu her um leiðir – og ikki er frítt, at tit hava fleiri eftir enn, ið liva upp til at vera ein ordans kollfirðingur.
Í hesum modernaðu tíðum er skjótt, at tey serligu eyðkennini hvørva, men vónandi missa vit ikki tann ordiliga, ektaða, skemtingarsama og beinrakna kollfirðingin.
Sum so mong onnur, havi eg eisini hoyrt nógvar av søgunum um hin so navnframa Martinius, ið var ein av teimum ikki minni kendu Miðgerðabrøðrunum.
Martinius sigldi úti og ferðaðist víða um lond á yngri árum, og tá hann fortaldi um sínar upplivingar, dugdi hann sum fáur at lata tær í stuttligan og spennandi búna.
Hann endaði sínar dagar inni á Ósabakka í Kollafirði, men kanska skuldu vit fingið savnað søgurnar um Martinius í bók, tí tað má ikki henda, at tær verða gloymdar.
* * *
Ikki minni kendur var bóndin við Sjógv, Jens Christian Djurhuus, ið livdi frá 1773 til 1853 og skal hava verið fyrsti føroyingur, sum skrivaði skaldskap á føroyskum máli.
Hóast flestu føroyingar munnu hava hoyrt um Sjóvarbóndan, so er tað ikki nógv, vit vita um hann – men hann skal so hava gingið á latínskúla í Havn, sum eisini er væl trúligt, tí hann má hava verið væl inni í gomlum norrønum sagnum og søgum.
Serliga kendur er Sjóvarbóndin fyri kvæðini, ið hann yrkti, har tey flestu munnu kennast við “Ormin langa”, “Sigmundar kvæði” og “Leivs kvæði” – fyri ikki at tala um tann skemtiliga táttin um “Leirvíks Páll”.
* * *
Áðrenn vit sleppa mentanararvinum hjá tykkum kollfirðingum, slepst ikki undan at nevna vøkru kirkjuna, sum er ein av teimum gomlu úr timbri við flagtekju og torni, og sum stendur í fyrndargamla býlinginum við Sjógv.
Kirkjan, sum stendur á laðaðari grund, fyllir seinni í ár 175 ár, og sum skilst, er ætlanin at gera eitt sindur burturúr, tá tann dagurin verður.
Nú bygdin er blivin so stór og fólkarík, stendur mangan á hjá kirkjuni at taka ímóti, tá nógv fólk kemur í kirkju til høgtíðir, jarðarferðir ella onnur serlig høvi.
Tí verður arbeitt við tankum um eina nýggja kirkju, ið er nóg stór og tíðarhóskandi, tí henda kirkja er friðað, eins og kirkjutoftir undir henni eru tað, so har gerst ikki nógv.
* * *
Nú var ikki ætlanin hjá mær at dvølja ov leingi við tað farna, men ringt er at sleppa tí, tá ein bygd sum Kollafjørður hevur eina so ríka og hendingarríka søgu.
Eisini nú á døgum verður søga skrivað her á staðnum, og her hugsi eg ikki minst um KÍF, sum í vetur vísti besta hondbóltin av øllum, men bleiv yvirhálað á málstrikuni.
Trý silvurmerki í tvey kappingarár og eina rúgvu av royndum hava tit fingið, og tað kann eingin taka frá tykkum, so spennandi verður at síggja KÍF hesi næstu árini, og ynski eg tykkum góða eydnu.
Kappróðurin er sjálvandi tann heilt stóra hendingin í morgin við barnaróðri, gomlum seksmannaførum og FM-róðri, og eisini har roynast kollfirðingar sera knáir.
Fyri ikki at tala um fótbóltin hjá EB/Streymi, sum í stevnudystinum í morgin bjóðar til eitt satt oddabrak norðuri við Margáir, har Víkingur kemur á vitjan.
* * *
Kollafjørður er eisini annað enn ítróttur, tí tit hava fostrað bæði góðar sangarar og tónleikarar, ið alt landið hevur tikið til sín og gleðist um.** Eg nevndi kirkjuna í áðni, men eisini missiónshúsið og brøðrasamkoman eru virknir felagsskapir í bygdini, tí eitt ríkt samkomulív hevur eisini sín stóra týdning.
Skótarørslan livir sítt fríska lív her á staðnum, og ikki minst sær legubálið spennandi út, sum skipað verður fyri í annaðkvøld við midnáttarrøðu, dansi og øðrum.
Jú, sanniliga hava Sundalagsstevnan og kollfirðingar nógv at bjóða, og gestablídni her á staðnum er eisini tiltikið, so vit vita við vissu, at gestirnir fara ikki at keða seg.
Sjálvur eigi eg nógvar góðar løtur í Kollafirði, og helst er tað at undirdríva – men eg má allíkavæl taka undir við Fámara-skaldinum, at – “í Kollafirði er ikki so galið”.
Við hesum orðum vil eg lýsa Sundalagsstevnuna 2012 í Kollafirði at vera setta! Og góða eydnu øll ítróttarfólk og skótar.