Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Góðu børn

Dan Klein --- 02.04.2018 - 10:05

Perlur úr Oyggjatíðindum 10. juli 2009: Vampýr-gubbin hjálpir við at lensa

Gebyrtrøll og vampýrar. Hetta eru bara tvey av nógvum kelinøvnum danir hava givið peningastovnunum í Danmark, sum hava gjørt tað til lukerativan handil, at súgva seg fastar til viðskiftafólkini, sum peningastovnarnir síðani mergsúgva.

Í Danmark er pressan professionell og effektiv. So har ber illa til, at gera nakað sum helst uttan vanaliga umtalu.

Tað er Einglapressan í Føroyum ikki, og tí kemur heldur ikki nakar kritikkur fram í ljósmála her, uttan so, at onkur, ið er fullkomiliga óheftur hongir hetta upp á snóratræið.

Hinir fáa halt-kjaft bomm til botnlinjuna, og jólakort frá stjóranum á hvørjum ári, og stjørnukastara í eygunum á nýggjárinum, og øll eru glað.

Hvørjaferð eitt barn verður føtt í Føroyum, eru peningastovnarnir í gávuhýri.

Foreldrini fáa at vita, at peningastovnurin hevur stovnað eina sparikonto uppá 100 krónur, sum er ein gáva frá peningastovninum. Sigur bankin sjálvur.

Men gávan kann ikki nertast fyrr enn barnið er 18 ár, so er heldur ongin vandi fyri, at nakar fer avstað við stovnsfænum.

Omanfyri er dømi um eina slíka konto, sum bankin stovnar í 2007.

Longu 30.12 2008 er kontoin komin niður á kr. 73,11. Men har er púrasta ongin gongd á kontini, hvørki foreldur ella barn hava sett pengar inn. Tað vil siga, at Føroya Banki forvinnur onki.

Meeeen, Føroya Banki hevur sett sær fyri, at tann, sum ikki brúka hendan møguleikan at spara upp, hann skal eisini sleppa at spara eftir reyv.

Bankin skal hava gávuna aftur, og nakað væl aftrat.

Longu 5. januar 2009, skrivar Føroya Banki eitt kontoavrit út til barnið.

Hetta skal bankin hava  kr. 15,00 fyri at gera. Nú kom kontoin so niður á 58,11.

Fyribils hevur bankin ikki gjørt annað enn lagt seg eftir at eta sína egnu gávu upp.

Men familjan er ikki í iva um, hvat hetta kann fara at enda við. Gávan er í hvussu uppetin tá barnið verður fimm ár, og nógv fyrr um vampýrurin gerst uppaftur meira svangur.

- Hjá teimum, sum ikki fylgja við í slíkum, kann tann støðan saktans koma, bankin er so effektivur at taka seg betaltan fyri at útskriva kontoavrit fyri, kr. 15,00 hvørjaferð, at kontan kann koma í trot.

Hendir tað, so er gávan frá bankanum vend til nakað heilt annað. So hevur Føroya Banki útvega sær ein skuldara, tí kemur kontan í trot, so koma revsi- og morarenturnar omaná, og bankin hevur framleitt sær sjálvum eitt offur, sum foreldrini veita trygd fyri.

- Góðu børn. Vampýrgubbin hjálpir við at lensa...