Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Góðtekur ikki sparingar á psykiatriska økinum

Rósa Samuelsen góðtekur ikki sparingar á psykiatriska økinum og vil beinanvegin hava eina frágreiðing frá landsstýrismanninum í Heilsumálum, Karsten Hansen.

Tað kann ikki góðtakast, nú fólk eru flutt av Psykiatriska deplinum, at tað verður gjørt sum partur av sparingum á psykiatriska økinum. Heldur enn at spara pening, átti peningur at verði brúktur til at styrkja tænasturnar á deplinum og úti í økjunum, soleiðis at tænastan kann verða veitt nærri borgarunum.

Tað hevur ligið i kortinum, at økispsykiatriska tilboðið, skuldi veitast í øllum økjum í landinum og at psykiatrisk skaðastova skuldi setast á stovn, tá peningur bleiv leysgivin, við, at liðugt viðgjørdir sjúklingar fluttu av deildini. Við at økja um økispsykiatriina er ikki talan um nýtt virksemi, men um økt virksemi, so allir borgarir kunnu fáa somu tænastu, uttan mun til, hvar i landinum ein býr.

Tað er ein sjálvfylgja, at allir sjúklingar, eisini sálarsjúk, fáa somu rættindi til viðgerð á heilsuøkinum. Hetta er ein bólkur av fólki, sum ikki sjálvur er førur fyri at gera vart við sína støðu. Tíverri eru dømi um, at fólk liggja heima og stríðast við sína lívshættisligu sjúku, og teirra avvarðandi eru hjálparsleys.

Nú er møguleiki at raðfesta hetta økið og veita fólki við sálarsjúku eina betri tænastu heldur enn at syndra økið enn meira.

Sum borgarstjóri í Vága Kommunu og løgtingslimur kann eg ikki góðtakað, at borgarar ikki fáa nøktandi tænastu.

Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin á hesum økinum?

Rósa Samuelsen

Løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin