Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Góðskan versnar, tá effektiviteturin økist

Fiskivinnan í norðurnoregi fær vánaligari rávørur, tí veiðueffektivititur verður raðfestur hægri enn góðska.

Ein kanning av sambandinum millum val av fiskireiðskapi, stødd á fiskiførum, veiðustødd og góðsku á rávøru frá norska strandaflotanum, bendir á, at góðskan versnar.

Granskarar frá Nofima hava kannað rávøruna av toski, hýsu og upsa, sum verður avreidd til fiskivinnuna í Norðurnoregi. Kanningarnar eru almannakunngjørdar í frágreiðing hjá Edgar Henriksen og Marianne Svorker við heitinum: “Fangstregulering og råstoffkvalitet i kystflåten. Ferskt råstoff til fiskeindustrien i Nord-Norge.“

Úrslitini benda á, at bygnaðurin í strandaflotanum (kystflåten) hevur ført við sær, at veiðueffektiviteturin verður raðfestur hægri enn góðska.

Húkaveiddur fiskur frá smáum bátum gevur bestu góðskuna og javnastu veiðuna, men kortini landar strandaflotin minni av hesum.

– Landingar av veiðu veiddar við amboðum, sum geva vánaligstu rávørugóðskuna, sum gørn, snurriváð og nótir, økjast, meðan landingar veiddar við snellu og línu, sum geva bestu góðskuna, minka.

– Veiðunøgdin økist eisini og serliga stórar veiðunøgdir frá stórum førum síggja út til føra við sær verri rávørugóðsku, sigar granskararnir í niðurstøðum sínum.

Í fiskivinnuni er fatanin, at rávørugóðskan frá stórum veiðum frá stórum førum er vánaligast. Veiðunøgdirnar eru øktar í øllum skipabólkum.

Neyðugt at gera okkurt

Keypsskipanin í dag gevur fiskakeyparum møguleika bæði at gjalda minni fyri vánaliga góðsku og at gjalda meira enn minstaprís fyri at samsýna góðsku. Hetta verður tó bert brúkt í lítlan mun.

Í dag finst einki skjalprógv fyri, at ein almenn góðskuhækking av rávørunum gevur økta virðisskapan gjøgnum virðisketuna.

Í kanningini vísa granskararnir á, at tað ber til at gera ásetingar í regluverkinum, sum kunnu virka við til at rávørugóðskan verður betri. 

– Hetta eigur tó ikki at vera gjørt, fyrr enn tað er prógvað, at til ber at virðisøkja við at fáa betri góðsku, sigur verkætlanarleiðarin Edgar Henriksen.