Góðskan av okkara matvørum og rávøru má hava hægstu raðfesting
Fyri okkum, hvørs vøruútflutningur í stóran mun eru fiskur og fiskavørur, er tað av serliga stórum týdningi, at spurnartekin ikki kann setast við dygdina á okkara fiskavørum.
Vit hava i dag framleiðslu av landbúnaðarvørum og øðrum matvørum, sum eru undir strongum eftirliti, har krøvini til góðsku og hagreiðing eru a støði við okkara grannalond og vit framleiða sera góðar og umbidnar vørur.
Innan aling hava vit heimsins bestu rávøru og eru vorðin heimskend fyri góðsku og dugnaskap innan økið.
Vit hava gott sjófólk og eru kendir kring knøttin sum góð sjovinnutjóð, men mangla tó at tryggja í nóg stóran mun, at okkara fiskatilfeingið verður hagreitt soleiðis, at vit eisini kunna siga, at vit framleiða heimsins bestu matvøru úr fiski og fiskaúrdráttum.
Tað fer at hava við sær, at tann lidna vøran verður høgt í metum, umbiðin og harvið løtt at selja og gevur gott umdømi millum keyparar, men líka týdningarmikið er tað, at góð góðska hevur við sær hægri prís og minni svinn og harvið nógv betur fíggjarligt úrslit.
Sambært metingum, so kunnu vinnast einar 90 mió kr um árið í beinleiðis eykainntøkum, verður føroyski línufiskurin handfarin væl umborð á skipunum og í framleiðsluni. Eisini kann vinnast nógv hjá hinum partinum av flotanum, verður allur fiskur handfarin væl, heilt frá veiðu til lidna vøru. Her er eitt stórt potentiali hjá fiskivinnuni.
Fyri at at hetta hann røkkast í verki, er umráðandi, at bæði vinnan og myndugleikarnir hava hin rætta hugburðin og samvirka. Harumframt má tryggjast, at tær lógir og reglur, sum skipa økið, altíð eru á hægsta stigi og altíð er í samsvari við tey krøv, sum brúkarin og myndugleikar – føroyskir eins væl og útlendskir – seta til matvøruframleiðsluna.
Eftir øllum at døma hevur gingið afturá, síðan vrakarastovnurin varð avtikin í sínari tíð. Matvøruframleiðsla og framleiðslan umborð á okkara fiskiførum eru øki, sum liggja undir Vinnumálaráðnum at hava eftirlit við og hondhevja og fari eg tí í næstum at taka stig til - í samstarvi við vinnuna - at fáa skipað regluverkið og eftirlitið, soleiðis at føroysk rávøra og føroyskar fiskavørur fara at verða kendar fyri at vera hagreiddar fyrimyndarliga og har góðskan er á høgum støði.
Vit hava øll sum vara av hesum øki ábyrgd av í verki at føra hetta út í livið og standa saman um at gera tað, sum skal til og vænti eg eisini, at vinnan og teir myndugleikar, sum skulu samstarva, taka saman hendur og fremja hetta neyðuga átak..
Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum