Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Málningur, sum Pól Skarðenni, hevur málað. Mynd Facebook

Góðkenning til útfylling á sjógv í Árnafirði

Umhvørvisgóðkenningin fevnir um ætlanina hjá Klaksvíkar kommunu at útbyggja bátahylin í Árnafirði.
 
Fylt verður afturat uttara garði á bátahylinum út á 14 metra dýpi, umframt at garðurin verður longdur einar 80 metrar vestureftir. Tvørgarðurin við innsiglingina gongur úr fylluni fyri vegnum í fjøruni, og út á 7 metra dýpi, har hann umskarast við fylluna frá tí uttara garðinum.

Nýttir verða uml. 30.000 m3 av tunnilsgróti frá nýggju tunlunum norður um fjall. Grótið verður koyrt út við lastbili og flótisperra verður løgd beint út frá landi.

Ein búlendislýsing av økinum var gjørd av Biofar. Niðurstøðan var at av búlendum og staðfestum sløgum vórðu eingin mett at vera sjáldsom í Føroyum.

Í málsviðgerðini er dentur lagdur á, at Klaksvíkar kommuna leggur virksemið til rættis soleiðis, at umhvørvið verður ávirkað minst møguligt: at avmarka útlátið av plasti so nógv sum gjørligt, at avmarka ampar av óljóði og ristingum so nógv sum gjørligt og at avmarka útlát av dálkandi evnum, evju og dusti.

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Møgulig kæra skal í seinasta lagi 17. mai 2022 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.