Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Góðir frítíðarmøguleikar í Svínoy

Umframt at vera kend fyri sín vakurleika og stórslignu náttúru hevur Svínoy nógv at bjóða teimum, sum vitja oynna í styttri ella longri tíð, har bæði søgulig støð og góðar frítíðarumstøður teljast millum møguleikarnar.

Tað undrar ikki, at Svínoy hevur stóran áhuga millum teirra, sum ferðast her á landi, tí oyggin – ið er so víð og sløtt, at hon væl og virðiliga hevði kunna hýst einum flogvølli – bjóðar bæði vakra náttúru og søgulig støð, sum eru verd at vitja.

Millum søguligu støðini kunnu eitt nú nevnast Sjórænaraholurnar, har søgnin sigur, at svínoyingar flýddu at krógva eg, tá ið sjórænarar herjaðu landið. Eisini skotagravirnar, sum nú eru settar í virðiligar karmar, siga eina áhugaverda søgu.

Góðir møguleikar eru í bygdini til virksemi í frítíðini. Góðar umstøður eru til camping í bygdini, har pláss er innrættað til endamálið við tilhoyrandi vesum og brúsum. Gamli svimjihylurin í Stórá er ein av teimum forkunnugu møguleikunum, og eisini er ein góður og væl hildin sparkivøllur í bygdini, har tað eru góðar umstøður til fótbólt og onnur spøl.

Í illveðrinum í vetur fekk sparkivøllurin skaða, men hesin verður nú umvældur. Arbeiðið er komið væl áleiðis, so vøllurin er um at verða liðugt umvældur.

Kelda: www.klaksvik.fo