Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Góðan morgun góðu fakfeløg!

Eg síggi á portal. fo, at tit ” eru vaknaði við kaldan dreym ”, tað kann í sjálvum sær vera hart, men betur seint enn ongantíð! Eg loyvi mær stutt at kunnað tykkum um eitt álvarsmál, sum hendi, meðan tit svóvu. Vón mín er, at tit ikki sovna aftur,men smoyggja upp um ermar- og fara til verka.

Álopið á limir tykkara.

Tað hendi seinasta vár, í bestu várdøgum. Tá gjørdi ALS stýrið seg, miskunnarleyst og brutalt, inn á limir tykkara, sama stýrið, hvørs umboð tit nú biðja leggja frá sær. Stýrið heitti, einmælt, á løgtingið um, at:

minka útgjaldið ( tvs. livigrundarlagið hjá limum tykkara), innføra karensdagar ( straffa limir tykkara, sum ósekir enda í arbeiðsloysi ) minka ovasta árliga útgjaldið, sum limir tykkara kundu fáa til dagliga húsarhaldið).

Hetta varð gjørt ístaðin fyri at gjørt tað, sum hevði verið mest upplagt, at hækka inngjaldið, serliga frá teimum, sum, m.a. vegna sokallaða flatskattin, hava ríkiligt ráð til tað. Tá hetta hendi, royndi eg og onnur úrslitaleyst at fáa tykkum, fakfeløg og umboð tykkara í ALS stýrinum, at vakna, men, burtursæð frá einari ússaligari, og, skilji eg nú, svøvntungari umbering, varð svarið eitt illsinnisgleps frá einum av umboðunum tykkara í stýrinum, og so tí altíð betrivitandi juristinum í Bøgøtu.

Hví vóru umboð tykkara við í hesum álopinum á egnar limir?

Undrandi varð spurt- hvat hendir? Hví ripaðu fakfeløgini ikki nevan í borðið, hví vardu tey ikki sínar limir, hví heittu tey ikki á umboð síni um at fáa hetta broytt, ella at fara úr stýrinum?** Eitt av svarunum vit fingu var, at løgtingsmál nr. 155 var gjørt við støði í einum einmæltum uppskoti frá stýrinum fyri ALS, og tí skuldu vit í Løgtinginum ikki blanda okkum, men blint fylgja. Hetta samsvaraði við hesa viðmerking, ið fylgdi við uppskotinum:

…. ” uppskotið er gjørt við støði í uppskotinum frá stýrinum fyri ALS, sum er mannað við umboðum fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og uppskotið er tí eisini ein semja millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum um, at uppskotið eigur at verða framt ”…

Góða eydnu framyvir!

Tíverri eydnaðist okkum ikki at steðga uppskotinum í Løgtinginum. Men nú tit eru vaknaði, fari eg inniliga at heita á tykkum, um beinanvegin at fara til verka, fyri at fáa gjørdu lógarbroyingarnar broyttar. Við nýggjum stýrislimum skuldi borið til, og eg vænti eisini, at tað fer at eydnast at fáa ein meiriluta í løgtinginum at rætta eina hjálpandi hond, um á stendur.

Vinaligast,

Jenis av Rana