Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Góð ráð, nú koronasmittan er í umferð

Frá einum skundmiklum gerandisdegi við arbeiði, skúla og frítíðarvirksemi, skulu vit nú vera heima. 

Skúlin er stongdur, frítíðarvirksemi hildin uppat, og nógv skulu arbeiða heimanífrá. Hetta er ein nýggj støða. Vit hava fingið ein nýggjan gerandisdag, og koronasmittan hevur við sær, at vit eru nógv skerd í mun til tað, vit eru von við.

Hvussu megna vit henda nýggja gerandisdagin?
• Hvussu styrkja vit okkara heilsu?
• hvussu halda vit okkum sunn og frísk?
• hvussu kunnu vit vera virkin saman við øðrum við virksemi, sum vit halda vera innihaldsríkt?

Gerandisdagurin kann gerast avbjóðandi, dagarnir ymiskir, summir ganga væl og aðrir minni væl. Fólkaheilsuráðið fer tí at koma við nøkrum uppskotum um, hvat vit kunnu gera, meðan vit standa saman í tryggari frástøðu. Uppskotini verða deild á okkara facebooksíðum “Fólkaheilsuráðið” og “ABC fyri sálarliga heilsu”

Við vón um íblástur til broytta gerandisdagin.

Leinkja til heimasíðuna  http://www.folkaheilsa.fo/Default.aspx?Id=459

Fólkaheilsuráðið