Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á tveimum støðum varð ein lítil CTD bundin í stóru CTD’ina. Hetta varð gjørt fyri at kalibrera lítlu CTD’ina.

Góð byrjan

Magnus Heinason kom í gjár heim av sínum fyrsta túri í ár. Túrurin gekk eftir ætlan og veðrið var gott.

Fyrsti túrurin nevndist ”Standard hydrografi”. Hiti og salt vórðu mátað við eini CTD eftir 6 ymiskum skurðum út frá Landgrunninum, 77 støðir íalt. Haraftrat vórðu prøvar tiknir av plantuæti og tøðevnum á 7 støðum.

Tílíkir rannsóknartúrar verða gjørdir tríggjar ferðir um árið fyri at fylgja við í broytingunum í havinum kring Føroyar.** Í morgin fer Magnus Heinason nýggjan rannsóknartúr. Og hesaferð er tað árliga váryvirlitstrolingin á Landgrunninum, sum er á skránni.

Les alla túrfrágreiðingina her: http://www.hav.fo/PDF/Turar/2013/FRAG1302.pdf