Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gnarr vitjað dagstovn og í KirkjubøJón

Gnarr við fylgi hevur í dag vitjað Býlingshúsið í Norðasta Horni. Dagstovnurin tekur lut í einum útnorðursamstarvi við støði í náttúruni saman við stovnum í Íslandi og í Grønlandi.

Har hoyrdi Jón Gnarr eina framløgu um hvussu stovnurin arbeiðir við náttúruni í pedagogiska arbeiðnum. Jón Gnarr handaði stovninum eina gávu, tað vóru trý trø at planta – hetta var ein gáva frá Steinahlíð, sum er ein íslendskur stovnur, sum er partur av nevnda útnorðursamstarvi.

So varð farið til Kirkjubøar, har bóndin tók ímóti og vísti runt. Aftaná varð etin frokostur í roykstovuni.