Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Glögglist

Fríggjadagin 16. desember kl. 16. feira vit listina í Steinprenti á Skálatrøð 16. Hetta fer sjálvandi ikki at ganga stillisliga fyri seg, glögg skal flóta í stríðum streymum aftur við list ad libitum, tá Listin 2011 verður givin út. Í frálíku rammuni, sum framsýningin Myndaódnin veitir okkum, fara vit at njóta poesi og myndlist saman við m.ø. Carl Jóhan Jensen, Jóanesi Nielsen, umframt møðrum listabloggsins, Kinnu Poulsen og Inger Smærup Sørensen.

Vit feira nevniliga, at Listin 2011 verður útgivin. Listin 2011 er tíðarrit, grundað á tær gott og væl 500 greinarnar um list og mentan, sum hava staðið á www.listinblog.blogspot.com seinasta árið. Hetta er ein verkætlan, sum vit eru sera ernar av og sum vit halda hevur stóran týdning fyri mentanarmiðlanina og mentanarpolitiska kjakið her á landi. Hvønn dag leggja vit fram á blogginum okkara hugsanir, gleðir og stúranir um listina og mentanarlívið. Hetta arbeiðið hevur við sær kjak og nógvan iva, men fyrst og fremst er tað okkum til stóra gleði, tí vit halda tað vera týdningarmikið og tí at listin altíð er inspirerandi og gevandi at arbeiða við.

Vit vóna, at nógv leita sær til okkara gløgglistaløtu í Steinprenti. Her er fyribils eitt brot úr fororðinum á Listin 2011:

"Eftir mongdini av sjónvarpssendingum um mat og matgerð at døma, er áhugin fyri teimum væl størri enn hann er fyri øðrum miðlatilfari, so tað er kanska tann vegin, vit áttu at farið. Men her er Listin 2011 í úrvali og tað mesta snýr seg um list, so ella so. Og lat okkum bert viðganga, at okkum dámar matsendingar og tað er ikki bara orsakað av matligheit. Matsendingar eru so herliga rúmligar og fjølbroyttar, tó at góðskan í stóran mun valdast hvør ella hvørjir vertirnir eru.

Sjálvandi nýtist maturin ikki at vera tað, sum er mest umráðandi í eini matsending. Tær báðar damurnar í matsendingunum Two fat ladies gjørdu ikki eina ta einastu ferð mat, sum vit á nakran hátt kundu hugsað okkum at sett tennirnar í. Orsøkin til, at sendingarnar vóru verdar at síggja, vóru tær báðar feitu damurnar, Clarissa Dickson Wright og Jennifer Paterson, sum á eini gamlari Triumph motorsúklu við síðuvogni koyrdu runt Bretland og Írland fyri at matgera ymsastaðni. Herligar typur, politiskt ókorrektar, ósunnar, tjúkkar og púra burtur í smøri, róma, fleski og øllum feitum, góðum rávørum, umframt at teimum eisini dámdi ungar menn.

Sostatt eru fleiri góðar grundir til, at tær feitu damurnar eru lýsandi fyrimyndir hjá okkum báðum á Listablogginum. Vit fara at halda fram at skriva um list meðan vit eftir besta førimuni royna at varðveita bæði tað kritiska og tað eldhugaða eyga. ** Eftir úrslitinum frá løgtingsvalinum at døma, verður tað ikki beinleiðis torført hjá okkum at vera politiskt ókorrektar komandi árini. Úrvalið av listabloggum í hesum tíðarriti gevur eina mynd av hvussu óendaliga rík okkara list er og vilja vit av hjarta takka listafólkunum fyri tað. Somuleiðis hevur John Dalsgarð tøkk uppiborna fyri at hann gevur okkara tíðarrit út eina ferð um árið á forlagnum Í støplum, men fyrst og fremst fer okkara tøkk til tín, kæri lesari, tí uttan tín áhuga, vóru vit ikki til.."

Bókin kostar 198 krónur, glögg og luttøka í veitsluhaldinum fyri listini er ókeypis. Hurrá fyri listini!

Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen