Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gleðilig jól og gott nýggjár!

Tað er í hesum døgum at tølini vera gjørd upp - hvat tað hevur kostað at rikið samfelagið, og hvussu nógvur peningur er brúktur til líkt og ólíkt.

Fyri meg sum námsfrøðing var tað ikki sørt ørkymlandi at hoyra tølini fyri, hvussu lítið er brúkt uppá børnini undir skúlaaldur. Tó so onkur kommuna var heldur frægari enn onkur onnur.

Hugsi at Skopunar Kommuna eigur at skammast um at brúka so lítið upp á landsins minstu borgarar. Har tykjast minstu borgararnir bara hava helvtina av virðinum, sum eitt nú Sjóvar Kommuna brúkar upp á sínar minstu borgarar.

At Skopunar kommuna brúkar so lítið av peningi uppá tey minstu, kundi týtt uppá vanrøkt av børnunum, og má eg heita á Mentamálaráðið um at kanna málið.

Og tó, so er tað løgið, at kommunurnar samanumtikið kunnu brúka so lítið. Nakrar 80.000 krónur árliga upp á hvørt barnið er ikki nógv.

Sammett við eitt skúlabarn eru børnini undir skúlaaldur bíligari at taka sær av – eg meini, landið brúkar umleið 70.000 krónur og kommunurnar millum 40.000 og 10.000 krónur upp á hvørt skúlabarn.

Hetta er ein andsøgn, tí vit vita, at tey smærru børnini eru meira óhjálpin enn skúlabørnini, og hava tey tískil størri tørv á bæði tryggum og góðum umstøðum.

Ein partur av frágreiðingini er, at arbeiðskraftin at taka sær av teimum smæstu er væl bíligari enn lærararnir. Men meðan flestu dagrøktir/dagstovnar hava børnini í ein heilan dag, ganga børnini ikki í skúla ein heilan dag, men heldur nærri trý kvart ella hálvan dag.

Haldi ikki, at kommunurnar eiga at reypa sær av upphæddunum, tær brúka uppá teirra minstu borgarar.

Tað kann væl vera, at upphæddirnar tykjast stórar, tá hugt verður eftir einum samlaðum tali, men tá tað er býtt við barnatalinum, er upphæddin til hvørt einstakt barn ikki stór.

Nei vit hava langan veg at ganga, áðrenn vit fáa nøktandi viðurskifti til okkara minstu borgarar. Vit kunnu grenja um Pisa-úrslit, men so leingi vit ikki leggja størri orku í tey minstu, skulu vit ikki rokna við nøkrum stórum framstigum har heldur.

Og hvat nyttar tað at velja Føroyar, tá illa ber til at liva av lønini?

Jógvan Philbrow

næstformaður,

Føroya Pedagogfelag