Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Glasir fingið Depilsráð

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Depilsráðið á Glasi. 

Virkisøkið hjá Depilsráðnum er at vera ráðgevandi hjá rektaranum innan tað yrkisfakliga útbúgvingarøkið á Glasi, soleiðis at skúlin bjóðar út grundútbúgvingar, eftirútbúgvingar og víðariútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri tørvin hjá vinnuni. Ráðið skal styrkja sambandið og samskiftið úteftir, og dygd og menning inneftir innan tað yrkisfakliga útbúgvingarøkið á Glasi.  

Í Depilsráðnum eru sjey limir umframt eitt næmingaumboð frá yrkisliga økinum. Limirnir verða tilnevndir eftir tilmæli frá pørtum á arbeiðsmarknaðinum og kommunufelagnum. Harumframt hava lærararnir tvey umboð í ráðnum. Næmingaumboðið verður valt á hvørjum ári, men er ikki valt enn. 

Limirnir í Depilsráðnum fyri Glasir 2016-2020 eru:

Limir
Starvsmannafelagið:  Anna Johannesen, limur 
Landsfelag Handverkaranna:  Eli Brimsvík, limur 
Føroya Kommunufelag:  Sigurð Ó. Vang, limur 
Glasir (lærarar):          Súsan K. Gregoriussen og Una Joensen, limir 
Vinnuhúsið:  Magnus Magnussen og Gunnar Mohr, limir 

Varalimir:
Starvsmannafelagið: Niels á Reynatúgvu, varalimur
Landsfelag Handverkaranna: Dánjal Pauli Djurhuus, varalimur
Føroya Kommunufelag:         Jonhard Mikkelsen, varalimur
Glasir (lærarar):         Unn Zachariassen og Christina Nolsøe, varalimir
Vinnuhúsið: Mouritz Mohr og Ása Hansen, varalimir

Depilsráðið hevði sín fyrsta fund í dag, har bæði limir og varalimir vóru við á fundinum. Nakrir av limunum høvdu forfall.