Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Glærurnar

Framløga borgarafundur 25. mars 2015 

1. 
Framsíða
2.
Søguliga hevur havnin í Havn havt stóran týdning. 
Staðsetingin miðskeiðis í Føroyum hevur havt stóran týdning, men havnin sjálv hevur verið vánalig upp gjøgnum tíðirnar. 

Kongaligi Einahandilin helt til her og Havnin gjørdist miðstaður og høvuðsstaður, sum nátúrliga fekk mesta farmin vegna sítt fólkaríkidømi. 

Bryggjur vóru tá heldur ikki á hvørjum tanga. Fyrsti partur av Molanum varð ikki tikin í nýtslu fyrrenn í 1929.

3. 
Yvirskrift: Hví er neyðugt at útbyggja Tórshavnar havn?

4. 
Í nýggjari tíð hevur gongdin í farmaflutninginum verið tann, at Tórshavnar havn nærum altíð hevur verið ov lítil og ikki megnað at fylgt við menningini. 

Trongt gjørdist við keiøkið og bingjurnar kundu hópa seg upp til stóran ampa fyri bæði fólk og ferðslu. 

Seinasta útbyggingin hjá Tórshavnar havn var í 2000, tá verandi moli varð breiðkaður.

5. 
Trongt bleiv eisini inni í havnini eystarumegin, har stuttleikabátar, Smyril og onnur strandfaraskip, fiskibátar og Norrøna øll skuldu halda til samstundis.

6.
Tá Norrøna kom í 2004 varð nógv tosað um, at havnin var alt ov lítil. 

Síðan hava vit eisini fingið ein stóran nýggjan Smyril og nógv fleiri vitjanir.

Í dag er ferðafólkatalið so nógv vaksið, at átrokandi neyðugt er at fáa meira pláss til avgreiðslu av ferðafólki, bilum og farmi.

7. 
Skipastøddin veksur alla tíðina. 

Tað er bara ein spurningur um tíð, til nýggju bingjuskipini øll eru vorðin so stór, at tað als ikki legst ikki at í havnini. 

Sum er, er longdin á bryggjuni longu avmarkað til bara eitt av teimum størru bingjuskipunum í senn.

8.
Tey bingjuskipini, sum koma á Havnina í dag, stinga so djúpt, at neyðugt er at leggja fendarar millum bryggjuna og skipið, fyri at tey ikki skulu taka í botn. 

Stóri bingjukranin kann heldur ikki koma nærri bryggjukantinum enn 6 metrar. 

So umstøðurnar fyri lossing og lasting eru longu alt annað enn optimalar.

9. 
Ein annar trupulleiki er, at vinnulívið ikki heldur kann økja sítt virksemi á havnalagnum, tí als onki pláss er tøkt til bygging av pakkhúsum ella frystigoymslu. 

Økið á landið til bingjur er sera avmarkað, hetta ger, at tað til tíðir er ómøguligt at virka. Betri plássið er, effektivari er handfaringin av bingjum.

10. 
Í ár koma umleið 60 ferðamannaskip á Havnina við tilsamans 35.000 fólkum. 

Móttøkan avmarkar seg sjálv, tí skipini verða bara størri og størri. 

Tey skulu leggja at sama plássi sum bingjuskipini, og tí mugu vit longu sum er tíverri avvísa tey, sum koma fríggja-, leygar- og sunnudag. 

Tey flestu av hesum hava onki alternativ til Havnina - kunnu tey ikki koma á Havnina, so koma tey als ikki til Føroyar.

Hetta ger, at vit ikki kunnu økja um talið á vitjanum. Tað er ikki gott fyri ferðavinnuna.

11.
Karmarnir eru sostatt vorðnir ov trongir. 

Vit noyðast at finna meira pláss til Norrønu, til ferðafólkabilar og ferðandi - og til fraktina, sum skal avgreiðast uttan at koma í samband við ferðafólkini. 

Vit mugu eisini hava innanlands ferðafólkaflutningin - Smyril, onnur strandfaraskip og bussarnar - í eina meira trygga legu.

Vit mugu tryggja arbeiðsplássini og mugu geva vinnulívinum rúmd fyri menning. Umleið 700 familjur í høvuðsstaðnum hava sína høvuðsinntøku frá virksemi, sum er á økinum hjá Tórshavnar havn.

Hetta tal er longu stagnerað og kemur at minka munandi, sohvørt virki av plásstroti flyta sítt virksemi aðrastaðni.

12. YVIRSKRIFT:
Spurningurin er so, hvat vit kunnu gera. 

Vit halda ikki, at nakað veruligt alternativ er til eina útbygging av Tórshavnar havn. 

13. 
Vit noyðast at gera eina djúpari havn og størri atløgupláss til bingjuskipini, og skipa so fyri, at kranin kann koma heilt út á bryggjukantin. 

Vit mugu hava størri øki til bingjur og hava pláss til pakkhús og eina møguliga frystigoymslu, so avheinting av vøru kann gerast lagaligari enn nú. 

Vit mugu gera umstøðurnar til ferðafólk og bilar betri, soleiðis at tað bæði er pláss til bilar og trailarar, og at hetta verður avgreitt á ein tryggan hátt.

Og vit mugu hava pláss fyri fleiri og størri ferðamannaskipum.

Við hesi vístu loysnini fáa vit 700 metrar av atløgubryggju aftrat og upplandið verður økt frá 80.000 til 240.000 fermetrar.

14. 
Er hetta so ein góð havn? 

Ja! DHI hevur gjørt teldusimuleringar, sum stórt sæð vísa, at viðurskiftini inni í havnini verða tey somu sum tey eru í verandi havn.

Simuleringarnar vísa eisini, at verandi havn blívur væl kyrrari, enn hon er í dag.

Kyrran verður betur á Argjum og økið í Álakeri verður eisini kyrrari enn í dag.

Í uppskotinum hava vit lagt til- og frákoyringina hjá tungu ferðsluni út á vegin við Strond. 

Sambært havumhvørvislógini hava vit latið gjørt eina umhvørviskanning - hon er gjørd av Rambøll í samráð við Umhvørvisstovuna. 

Nú hoyra vit hetta navnið Rambøll rættiliga ofta, og eg kann nevna, at Rambøll er ikki hvør sum helst. Fyritøkan er ráðgevandi innan verkfrøði og design og hevur 12.300 fólk í starvi kring allan heim, og hevur 300 verkfrøðingastovur í 35 ymsum londum. Teirra spísskompetansa er innan bygging, flutning og umhvørvi og fyritøkan er sera høgt í metum.

Kanningin vísir, at tað ikki er neyðugt við serligum tiltøkum at verja umhvørvið. Kanningin vísir eisini, at samlaða dálkingin og slit av vegunum verður minst, um havnin verður løgd í Havn, tí tann størsti parturin av góðsinum hevur endastøð í Tórshavn.

15.
Grótið kemur við prámi av Glyvursnesi og ávirkar tí ikki býin í stóran mun.

Vit hava fingið loyvi at taka grót har - myndin er tilgjørd og vísir, hvussu lítið sæst til grótbrotið frá sjósíðuni, EFTIR at grótið er tikið.

Grót úr tunlinum um Tangafjørð kann illa nýtast og er í mongd bert ein lítil brotpartur av tí, sum tørvur er á.

Vit skulu brúka gott 4 miljónir kubikk av gróti. Grótið úr tunlinum kann brúkast sum ífylla, men hetta er langtfrá nóg mikið, tí um helmingurin kemur hendavegin, er kortini bara talan um eina til hálvaaðru miljón kubikk.

16 og 17.
Skansin er í dag ogn hjá tí almenna og á mangan hátt farin í órøkt. 

Kommunan ruddar upp av og á.

Men Skansin kann gerast miðdepil í einum havnaøki, sum kombinerar býarmentan og maritima mentan í einum hugnaligum umhvørvi.

Sum myndirnar vísa, so kann bergið móti Farstøðini javnast, slættast og gerast til vakran vøll aftur.

18. 
Økið frammanfyri Skansan verður í eini serstakari byggisamtykt lagt av til smábátahavn við skrivstovu-, umsitingar-, mentanar- og handilsvirksemi.

Hetta skal sjálvsagt gerast við atliti til Skansan sum fornminni.

19 og 20.
Skansin skal hvørki goymast burtur ella oyðileggjast á nakran hátt, men tvørturímóti glógva sum mittpunkt í einum sera spennandi umhvørvi, har bert hugflogið setir mørk.

Vit trúgva, at vit gera bæði Skansanum og borgarum eina tænastu á henda hátt.

21.
YVIRSKRIFT: Stutt um møgulig alternativ.

22.
Hví skulu vit ikki velja Glyvursnes?

Um vit skulu hava eina havn á Glyvursnesi, so mugu vit hava ein brimgarð, sum verjir serliga móti landnyrðinginum. 

Tað má vera gott pláss innan fyri garðin, sum tí kemur so langt frá landi, at vit har koma út á sera djúpt vatn, og skulu brúka meira tilfar, enn vit skulu gera í Havn. 

Hetta merkir so eisini, at vit fáa eitt stórt sár í náttúruna, og ein nógv trafikeraðan og sera dýran veg út á Glyvursnes.

23.
Hví skulu vit ikki velja Sund?

Tað eru umleið 25 ár síðani, at verandi havn á Sundi bleiv bygd. Vit brúka sum er havnina til skip, fyri tað mesta at føra onkra bulklast. Hetta er hon vælegnað til, tí tey skipini eru ikki følsom fyri súgi, og um so er, at veðrið ikki er til vildar, ber tað til at bíða, tí tey skipini eru ikki í fastari rutu.

Vit duga eisini illa at ímynda okkum at flyta fleiri hundrað arbeiðspláss niðan á Sund og at flyta tað mesta av farminum omanaftur í Havnina. Ferðslutrýstið hevði verðið øgiligt og dálkingin óneyðuga stór.

Vit hava áður gjørt simuleringar á Sundi, og um vit brúka tær royndirnar sum grundarlag fyri at gera eina havn uppi á Sundi, so fáa vit ikki eina góða havn, tí hon verður bæði dýrari og verður ikki nóg góð.

24.
Hví ikki velja Oyrareingir?

Um vit skulu flyta ein stóran part av aktivitetinum úr Tórshavn til Oyrareingir, so kemur tann útbyggingin at liggja beint framman fyri bygdini á Signabø. 

Vit halda hetta vera sera óheppið. 

Verandi havn á Oyrareingjum riggar væl, og bryggjan kann leingjast umleið 200 m longur út eftir fjørðinum, men hetta er alt ov lítið.

25.
Fyri at taka samanum, so ynskja vit havnina í Havn.

Tá hava vit fleiri aktivitetir á sama stað, hetta er ein stórur fyrimunur fyri raksturin hjá Tórshavnar havn. 

Vit fáa tá ein størri fleksibilitet og fáa eina stóra havn í staðin fyri fleiri smáar.

Eg kann nevna, at umhvørviskanningin vísir, at vøksturin í útlátinum, eftir at havnin er útbygd og í fullum virksemi, einans svarar til útlátið frá 30 oljufýrdum húsarhaldum.

Eg kann eisini nevna, at Tórshavnar havn alla tíðina er í samstarvi og samráðingum við aðrar norðurlendskar havnir um framtíðar samstarv. Hetta snýr seg um tænastuveitingar og aðrar veitingar, umlasting og ikki minst felags ferðavinnu, sum er ein sera skjótt vaksandi vinna.

Og ferðavinnuna vilja vit hava í Havn, har vit hava eitt vælment útboð av handlum, tænastum og mentanarstovnum. Tað snýr seg fyri okkum um at varðveita arbeiðspláss og at stuðla og menna vinnuna í økinum.

Vit eiga at minnast til, at Tórshavnar havn serviserar allar Føroyar - og okkara høvuðsendamál er at framtíðartryggja okkara arbeiðspláss og at geva vinnuni møguleika og pláss til at mennast.

Eg kann at enda nevna, at seinastu vikurnar havi eg verið á virkisvitjan hjá umleið hálvthundrað vinnufyritøkum í Havn. Allar uttan undantak hava tikið undir við ætlaðu útbyggingini av Skansabryggjuni. Hesi áttu at verið tey bestu at mett um tørvin.

Takk fyri!

Heðin Mortensen
borgarstjóri