Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tvær stórar GLA´VOX konsertir hava verið í vikuskiftinum. Gla´vox er barnakór, sum kemur úr Skien í Noregi. Telur umleið 35 børn frá aldrinum 9 til 13. Kórið hevur virkað í 25 ár, og gav sína níggjundu fløgu út í fjør, tá kórið feiraði 25 ára dagin. Leiðari í kórinum er norðmaðurin Odd Jakobsen, sum hevur verið leiðari øll árini. Hann er 55 ára gamal. 

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Odd Jakobsen kórleiðari, hevur Konservatoriuútbúgving innan tónleik, og starvast sum organistur í einum av meinigheitunum/kirkjunum í Skien. Hann stjórnar bæði barnakóri og vaksnamannakóri. Oddi dámar sera  væl at syngja við børnum, og skuldi hann valt eitt av tveimum, so hevði hann valt barnakórið, sigur kórleiðarin. 

Tá Kristiliga Tíðindatænastan spurdi Odd, eftir konsertina í Nebo, um missiónina við barnakórinum, svaraði hann: “Vi ønsker at sprede glade og klare evangeliske sangtekster til  folket!” Odd sigur, at kórið ferðast nógv, og at bæði skúli og foreldur vísa forstáðilsi, tá børnini skulu á kórferð, sum eisini verður mett sum eitt slag av námsferð, tí børnini skulu leggja fram ferðafrágreiðing, tá tey koma aftur í skúlan.

GÓÐ VITJAN Í FØROYUM
Børnini hava havt eitt hendingaríkt vikuskiftið í Føroyum. Tey komu hósdagin 22. september við flogfari, og flúgva heim mánadagin 26. september. Tey hava búð hjá privatfólki. Kórleiðarin sigur, at eitt stórt aktiv, tá tey ferðast er, at allir luttakararnir búgva heima hjá privatfólki heldur enn á gistingarhúsi. Hetta ger, at børnini eisini fáa persónligt innlit í hvussu aðrar familjur búleikast, og á henda hátt verða eisini fremmand vinarbond knýtt.

CHRISTIANSKIRKJAN OG NEBO
Leygarkvøldið, 24. september, kl.18.00 hevði kórið konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík, har millum 400 og 500 fólk komu at lurta. Sunnudagin kl.16.00 hevði kórið konsert í Nebo á Toftum. 

Tá GLA´VOX-kórið vitjaði í Føroyum fyri 14 árum síðani, var Odd Jacobsen við sum kórleiðari, og hann hevur síðani tá havt eitt sterkt ynski at koma aftur við kórinum. Hansara størsta ynski er gingið á møti, tí hann úttrykti fyri 14 árum síðani, at tá hann kom aftur, so ynskti hann at hava konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík.  

Nakað væl áðrenn konsertin byrjaði í Nebo, var salurin fullsettur, og á loftinum sótu nógv fólk. Spenningur var í luftini at hoyra hesi glaðu børnini úr Noregi. Kl.16.00 fór hurðin upp inn í salin, og inn komu 22 fitt børn, sum masjeraðu beina leið upp á pallin. Øll vóru í T-blusum við áskriftini GLA´VOX. Tey livdu sera væl upp til navnið, sum merkir “glaðar røddir,” tí bæði við einum livandi kroppsprogi og eini klárari rødd, kendist gleðin í teirra sangi.

Kórleiðarin Odd Jacobsen hevði nøkur kunnandi og innleiðandi orð um kórið, har hann skemtandi segði, at kórið vitjaði í Føroyum fyri 14 árum síðani, og tá vóru eingi av hesum fødd, men fleiri av hesum eru eftirkomarar frá teimum, sum vitjaðu í Føroyum fyri 14 árum síðani. So man kann eisini siga, at kórið umboðar eitt slag av tónleikaarvi. Flestu sangirnir, sum kórið syngur, hava sína bakgrund í onkrum tilknýti til kórið.  

Tú hevur ikki sitið leingi og eygleitt kórleiðaran, áðrenn tú er sannførdur, at Odd Jacobsen er í sínum ektaða elementi og ein sera væl egnaður barnakórsleiðari - børnini í GLA´VOX kórinum eru heppin at eiga ein slíkan kórleiðara!

Millum 300 og 400 fólk sótu í Nebo og lýddu á sangirnar frá hesum vøkru og óspiltu  dreingja- og genturøddum, sum høvdu ikki færri enn 14 sangir á reportuarinum. Kórið framførdi fleiri solosangir, sum t.d. sangurin “kveldsbøn,” sum varð sungin við vøkru røddini hjá Enu, sum er millum elstu luttakararnar í kórinum. 

FØROYSK BARNAKÓR 
Tá norska kórið hevði sungi hálvan tíma, komu føroysku kórini upp á pallin, sum tá gjørdist eitt kór upp á 72 røddir. Føroysku luttakararnir vóru eisini í GLA´VOX T-blusum. Føroysku luttakararnir fingu roynt seg við norskum sangum, meðan norsku luttakararnir royndu seg á føroyskum – ein góð blending millum føroyskan og norskan barna- og ungdómstónleik!

Føroysku barnakórini komu úr Missiónshúsinum á Strondum, úr Libanon í Sørvági og Nebo á Toftum. Eisini komu børn og ung úr Ebenezer.

Ein væl eydnað konsert, tá Anita Tausen, ein av fyrireikarunum, takkaði norsku gestunum og áhoyrarunum fyri eina gevandi løtu. Tá kórið hevði sungið seinasta sangin á skránni, vórðu tey klappaði fram, so tey góvu áhoyrarunum ein eykasang. Anita sigur, at tað eru ikki so nógv barnakór í Føroyum í dag sum tað var fyri 14 árum síðani, men at hon vónar, at vitjanin hjá GLA´VOX vil vera við til at geva íblástur runt um í samkomunum at stovna barnakór – vit hava sæð hetta vikuskifti hvussu nógv fólk eitt barnakór kann savna!    

Beint eftir konsertina fóru norsku gestirnir til Zarepta í Vatnsoyrum, har tey fingu ein nátturðabita og gistu náttina yvir, tá leiðin gekk aftur til Noregs tíðliga í morgun.