Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gjaldførið hjá landskassanum gott

Ásett er við lóg, at landskassin skal hava 15% av BTÚ í gjaldføri. Hetta svaraði í 2021 til 3,3 mia. kr. Gjaldførið við ársenda 2021 var um 3,8 mia. kr. og var tí væl omanfyri minstagjaldførið.

Mynd 1 vísir gongdina í gjaldførinum hjá landskassanum í 2021. Sum myndin vísur, var ríkiligt av gjaldføri frá ársbyrjan til í juni, tá landskassin rindaði aftur eitt lán á 1,4 mia. kr. (bláa linjan). At gjaldførið við ársbyrjan 2021 var um 1,4 mia. kr. hægri enn minstagjaldførið (grøna linjan), stavar frá lántøku í 2020, fyri at byrgja upp fyri búskaparligu avleiðingunum av Covid-19.

Eftir at lánið var afturgoldið fall gjaldførið niður á minstagjaldførið og sveiggjaði harum fram til umleið november, tá gjaldførið aftur bleiv betri. Við ársenda var gjaldførið 500 mió. kr. omanfyri kravda minstagjaldførið. Hetta ger at tað eisini í juni 2022, tá eitt lán á 1,3 mia. kr. fellur til gjaldingar, er sannlíkt, at landskassin fer at rinda niður av síni skuld.

Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans 2021 her.