Gjald frá fiskivinnuni
Í Vinnusjónarmiðum Føroya Arbeiðsgevarafelags ávarar felagið ímóti, at inntøkur frá tilfeingisgjaldi verða nýttar sum afturvendandi fíggingargrundarlag undir almenna rakstrinum. Hetta sær tó út til at vera akkurát tað, sum landsstýrið leggur upp til í fíggjarkørmunum, sum lagdir vórðu fram seinastu viku.
Tilfeingisgjald hevur verið eitt av stórpolitisku málunum seinastu árini. Føroya Arbeiðsgevarafelag skilir sjónarmiðið um gjald fyri fiskatilfeingi í tann mun, at vinnan hevur atgongd til eitt avmarkað tilfeingið, sum ger, at vinnan fær ein óvanligan meirvinning burtur úr støðuni.
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at gagnnýtslan av fiskatilfeinginum ikki skal vera ókeypis, um ein áhaldandi meirvinningur verður staðfestur. Sum so ofta sagt fyrr, so er støðan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag tó hon, at felagið ikki tekur undir við einum tilfeingisgjaldi, so leingi sum avlagandi stuðulsskipanirnar ikki eisini verða avtiknar, herundir skattalættin til sjófólk.
Fyri okkum er tað ikki lætt at skilja politisku ætlanina um at krevja tilfeingisgjald inn við einari hond, meðan stuðul verður latin við hinari hondini. Somuleiðis eigur politiski myndugleikin eisini at syrgja fyri, at skjalprógv er fyri, at fiskivinnan verður umsitin burðardygt samsvarandi ráðgevingini frá Havstovuni, soleiðis at nakað er at krevja tilfeingisgjald av.
Viðvíkjandi eini skipan at áleggja tilfeingisgjald heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at ásetingin av einum møguligum gjaldi má taka støði í einum staðfestum meirvinningi, tí annars er ikki talan um at skatta tilfeingisrentuna.
Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur við hesum eisini áherðslu á, at eitt møguligt tilfeingisgjald má setast í verk á ein skipaðan hátt, soleiðis at vinnan veit, hvat hon hevur at halda seg til í longdini. Umráðandi er tí, at vinnan kemur at luttaka í arbeiðnum at tilevna eina tílíka skipan.
Um tað almenna setir í verk eina skipan við tilfeingisgjaldi, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag fylgjandi sjónarmið:
breið politisk semja má vera um eina skipan við tilfeingisgjaldi, soleiðis at karmarnar fyri vinnuna gerast tryggir nógv ár fram, ein skipan við tilfeingisgjaldi má ikki taka virkishugin frá teimum vinnurekandi, eitt tilfeingisgjald má ikki ganga út yvir kappingarførið hjá vinnuni mótvegis kappingarneytunum í umheiminum, ein skipan við tilfeingisgjaldi má taka støði í eini staðfesting av einum áhaldandi meirvinningi, ymiskar fortreytir eru í teimum ymisku pørtunum av vinnuni, og tí má spurningurin um tilfeingisgjald viðgerast fyri hvønn part sær, ein skipan við tilfeingisgjaldi setur krøv til ognarrættin.
Tað ber ikki til at krevja tilfeingisgjald fyri ein rætt, sum óvissa er um.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur harafturat, at tað er ein vandakós, at inntøkur fyri tilfeingi verða nýttar sum afturvendandi fíggingargrundarlag fyri almenna raksturin. Vandi kann vera fyri, at atlit serliga verða tikin til inntøkurnar á fíggjarlógini fyri tað komandi árið, heldur enn at tryggja eina burðardygga veiðu.
Stór sveiggj kunnu vera í inntøkum frá tilfeingi ár undan ári, og tað verður tí torført at gera langtíðar fíggjarætlanir. Tað má ikki henda, at politiska skipanin fer at tillaga gjøldini ella fiskidagarnar/kvoturnar í mun til, hvat restar í fyri at fáa endarnar at røkka saman í almenna landshúsarhaldinum.