Geytin 2019
Norðurlandahúsið
skipar aftur fyri Geytanum leygarkvøldið 23. februar 2019, tá nýggjastu
føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin,
verða handaðar. Geytin verður byrjanarskotið til eina líttla viku við
føroyskum, norðurlendskum og altjóða filmum, tá filsmfestivalurin Tóff fer av
bakkastokki .
Nú stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Geytin 2019.
Tykkara
filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á
filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og
telefonnummari hjá kontaktpersóni.
Freistin at melda filmin til Filmskvøldið 2019 er tann 3. desember 2018. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 4. januar 2019, eru hesi:
- Stuttfilmurin
skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum
gera undantøk, tá um longd ræður.
- Heitið
stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm,
listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.
- Stuttfilmurin
skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum.
- Stuttfilmurin
kann hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 23. februar
2018.
- Nevndin
tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum. Nevndin
metir tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og
handverk.
- Filmarnir
skulu vera í einum av hesum formatunum: DCP, Blu-ray, ProRes ella DnxHD.
Geytatiltakið er heilt vist best eydnaða átak at varpa ljós á nýggjan føroyskan stuttfilm. Nýggj nøvn leggjast til á hvørjum ári, og tey, sum fyrr vunnu Geytan, eru nú farin undir størri filmsætlanir, fleiri í fullari spælifilmslongd.
Tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, sum heitti á formannin í Filmsfelagnum at menna konseptið við einum filmskvøldi. Í samráð við familjuna varð navnið Geytin valt. Verdóttur Geytans, Astrid, sniðgav standmyndina, sum sonur hennara, David, tilvirkaði.
Tiltakið, sum skuldi vísa eitt úrval av aktuellari føroyskari filmsgerð, varð fyrstu ferð hildið undir navninum Geytin í Norðurlandahúsinum fyri jól í 2012.
Geytavirðislønin er nevnd eftir kollfirðinginum og
agronominum, Herálvur Geyti, føddur í 1914 og deyður í 1985, sum feraðist bygd
úr bygd at vísa film, har eingin biografur var.
Geytavinnarar eru higartil Sakaris Stórá fyri Summarnátt í 2012, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Andrias Høgenni fyri Stina Karina í 2015 og Andrias Høgenni aftur í 2016 fyri Et knæk. Í 2018 vann Trygvi Danielsen, ið eisini kallar seg Silvurdrongur, Geytavirðislønina fyri 111 góðir dagar.
Tey, ið hava vunnið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu eru higartil Annika á Lofti fyri Mist í 2012, Jónfinn Stenberg fyri Munch í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri Tunnan í 2015, Andrias Høgenni fyri Et knæk í 2016 og Maria Tórgarð fyri Maðurin við blæuni.
Hvørt ár hevur Geytadómsnevndin bjóðað einum útlendskum
dómsnevndarlimi at vera við í metingini, tá besti føroyski stuttfilmurin skuldi
finnast og fáa Geytan. Fyrsta árið var tað listarligi leiðarin á norðurlendsku
filmstevnuni í Lübeck, Linde Frölich. Tann filmsstevnan hevur verið hildin í 60
ár og hevur altíð havt tætt samband við Føroyar. Til dømis vann Katrin
Ottarsdóttir fyrstu virðisløn í Lübeck í 1989 fyri Atlantic Rhapsody, sum er
fyrsti føroyskt framleiddi spælifilmur.
Útlendsku dómsnevndarlimirnir vóru síðan amerikanska
Meira Blaustein, ið er knýtt at Woodstock Film Festival, norska Silje Engeness,
sum er leiðari fyri Kosmorama í Tróndheimi, finski Petri Kemppinen, ið er
stjóri í Nordisk TV & Film Fond og í fjør varð fyrsti filmsleikstjóri boðin
við í Geytadómsnevndina. Tað var íslendski Hlynur Pálmason.