Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Geytin 2016

Sunnudagin 11. desember kl. 19.00

Nýggir, føroyskir stuttfilmar verða vístir fram. Eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinnur filmsvirðislønina Geytin á 25.000 kr, sum Tryggingarfelagið letur, og sum vinnarin fær handaðar saman við geytastandmyndini, ið Astrid Andreasen hevur sniðgivið. Áskoðararnir fáa eisini høvi at velja sín yndisfilm, og vinnarin av áskoðaravirðislønini fær 15.000 kr, sum Tórshavnar Kommuna letur.
Í ár kappast 7 føroyskar stuttfilmar um Geytan og Áskoðaravirðislønina

Filmur                      Leikstjóri
ÓTTAFET                  Nóllywood
Nattens Stjerner        Atli Brix Kamban
Frávik                      Maria G. Tórgarð
Bittersweet               Rói Davidsen
Marra                       Hans Kristian Eyðunsson Hansen og Torfinnur Jákupsson
Ramblers                  Hanus Johannessen
Et knæk                    Andrias Høgenni