Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Geykaungarnir í høgraradikala HUXA

Gøddir í smáfuglanna reiðrum

varpaðu ungarnar út.

Sita á hægstu greinum

syngja sítt: kuk, kuk fallera.

Hvat skulu vit við Palleba?

Vit eru yvirklassin

HUXA tær

okkara er landskassin

sum tú sær.

Vit eiga land og hav og allan fiskin.

Vit eiga fólk og fæ og oljudiskin.

Vit eiga Guð og Mammon

tit, tit eiga onki - Amen.

Fødd til at tæna geykum í lýdni

við størsta ídni

fyri lítið og lætt

ongantíð hugsa um annað

tað mugu vit ásanna

enn HUXA og høgrasa:

kuk, kuk fallera,

tað eru vit sum ráða nátt og dag

kuk, kuk......................

1. mai 2012

Dagfinnur Danbjørg.