Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gevið nú Musikkskúlanum tað, honum tørvar!

- vit hava tørv á skúlanum, stimbranini og at fleiri sleppa framat!

Tað hevur ár um ár, og í allari argumentatión, verið ført fram, at tað er ein góð íløga í framhaldandi menningini av okkara lesandi, at tey eisini fáa góða stimbrandi tónleikaundirvísing, sum ger hesi meira før fyri at taka við aðrari innlæring.

Tá vit tosa um at gera íløgu í okkara ungdóm og at fáa hesi at trívast, er tað sjálvsagt, at myndugleikin SKAL síggja álvaran í hesum.

Eg haldi, at myndugleikin má taka seg saman og taka alt hetta viðvíkjandi tónleikinum og mentanini upp til nýggja viðgerð, tí eg eri rættiliga bangin fyri, at vit fara at missa nógv á gólvið, um meira peningur ikki verður settur av.

Vinnumálaráðið hevur fiskað eftir góðum argumentum og hugskotum, sum kann forða fyri fráflyting og at fólk vilja flyta aftur.

Her er so sanniliga eitt øki, sum skal takast í rættiliga stórum álvara, tí tað snýr seg sanniliga eisini um at skapa karmar fyri mentanarligum trivnaði.

Vit hava júst havt ein serfrøðing her á oyggjunum, sum mælir okkum til at gera meira við mentanina, so her er bara at bróta upp um armar!

Ein slík íløga gevur eisini avkast, tí, sum vit hava sagt so ofta, eiga vit so nógv talentir, sum júst eru sprottin úr føroysku Musikkskúlaskipanini. Eg skilji væl, at fleiri av okkara listafólkum boykotta gongdini, tí hesi hava eina vón um, at teirra stremban fyri føroysku mentanini og tónleikinum skal geva teimum sømilig kor.

Tað er IKKI tað, vit eru vitni til í løtuni, so takið hetta upp og havi hetta við í tykkara meting um trivnað og menning.

Eg hoyri alla tíðina orðið raðfesting, men taka tit ikki hetta í álvara, eri eg stórliga bangin fyri avleiðingunum!

Fríðálvur Jensen