Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gevast við camping!

Í samband við at okkara virksemi er vaksið nógv tey seinastu árini, hava vit verið noydd at gera nakrar broytingar í okkara vøruúrvalið.

Fyri at hava tíð og orku til at hava meira fokus á okkara kjarnuvørur, eru vit noydd at frávelja nakrar av teimum vørunum, sum eru uttan fyri okkara fokusumráðið.

Tað er ikki lætt at siga farvæl við ein vørubólk, sum vit hava verið glað fyri at umboða í fleiri ár, men frá 1. januar 2018, fara vit ikki at selja campingvognar og campingútgerð meira - og koma vit tí heldur ikki at umboða Adria. 

Sjálvandi koma vit at yvirhalda allar serviceavtalur til teir campingvognar, sum eru seldir.
Nú í januar hava vit útsølu av campingvørum, sum eru á goymslu.

Vinarliga / Regards

Fríðálvur A. Jensen
Handilsleiðari