Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Geva við vinstru, taka við høgru

Herfyri frættist um uppsagnir á Allmennum royndum og ráðgeving (Royndarstøðini í Kollafirði), tað vísti seg at vera Fiskimálaráðið sum hevur ordrað sparingar fyri yvir eina millión krónur á royndarstøðini, ella næstan 40% av samlaðu játtanini til hendan stovn undir landinum, hetta má vera eindømi at ein stovnur missir so stóran part av síni játtan eftir einum ári, tá ikki talan er um beinleiðis niðurleggjan av virkseminnum.

Allmennar royndir og ráðgeving, tað sum vit vanlig rópa royndarstøðin, hevur umfatað royndar og granskingarvirkssemi í landbúnaðarhøpi í Føroyum nú í skjótt 100 ár, upprunaliga vóru fleiri støðir í Føroyum, men í 1980´unum var farið undir at gera royndarstøðina í Kollafirði, ambisjónin var høg, men royndarstøðin fekk ongantíð møguleikan at prógva sítt virði, í 80´unum var játtanin uml 5 mio. Kr møguliga svarandi til 9-10 mio í dagsins virði, og var eisini nakað virksemi tá, men áðrenn veruligt úrslit kom burturúr royndarstøðini, rakti kreppan landið , og at kalla alt virksemi helt uppat, játtanin hevur síðan verið á so lág, at ikki hevur verið rúm fyri nøkrum verðuligum virksemi, ið hoyrir slíkum stovni til.

Tó skal sigast, at kjarnu virksemi hjá royndarstøðini øll árini líka til nú, hevur verið mjólkaeftirlit, ísáðing og beinleiðis ráðgeving. Hetta eru alt grundleggjandi tænastur, sum mjólkaframleiðslan illa/ikki kann vera fyri uttan.

Mjólkaeftirlitið byrjaði í 30´unum, við at viga og skráseta mjólkaframleiðsluna í Føroyum, í 50´unum var eisini fari at ísáða neytini, fyri at betra um kynbótaarbeiði, og við tí fáa betri neyt, samstundis sum ráðgeving í samband við fóðing v.m. var uppbygd.

Hesar tænastur eru stýringsamboð hjá mjólkaframleisluni, bæði tá hugsa verður beinleiðis um góðskuna á mjólkini, fóðring av neytum og ikki minst um kynsbótaarbeiði sum gjørt verður hvønn dag fyri at fáa sum mest burturúr, bónda og brúkara at gagni. Eisini ber í ávísan mun til at meta um heilsustøðuna hjá hvørjari kúgv sær, við tí vitan hetta eftirlit gevur.

Við eini slíkari eftirlitsskipan sum omanfyri nevnt, fæst eisini ein rúgva av hagtølum, so at vinnan og onnur allatíð kunnu síggja hvørjum støði vit eru á og samanbera við okkara grannar.

Sum støðan er nú, eru, ella vera hesar skipanir niðurlagdar heilt skjótt, og fólk við hollari vitan á økinum eru søgd úr starvi.

Tað løgna við øllum er, at í vár samtykti løgtingið eina lógarbroyting, hvar nakað av eyka peningi verður játtaður neytahaldunum í Føroyum, so at vinnan ikki heldur uppat , og i heyst niðurleggur landstýrið tey mest grundleggjandi stýriamboðini, vinnan hevur fyri at tryggja eina framgongd og at framleiðslan er á einum støði, sum kann góðtakast.

Tosa um at “geva við vinstru og taka við høgru”

Bóndafelag Føroya vil við hesum heita á mynduleikarnar, um at bera so í bandi at hesar tænastur vera varðveitar vinnuni og samfelagnum at gagni.

Sigert Patursson

Formaður Bóndafelag Føroya

www.bondi.fo