Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gev pensjónistunum lut í búskaparvøkstrinum

Dan Klein --- 01.10.2017 - 09:31

Okkara gomlu hava uppiborið ein part av búskaparvøkstrinum í Føroyum

Tá vit nú hava brúkt orku upp á at peika eftir hvørjum øðrum politiskt, so lat okkum taka lógvatak saman um okkara pensjónistar.

Mítt uppskot er, at vit geva fólkapensjónistunum tær 580 krónurnar, sum samgongan minkaði grundarupphæddina við um mánaðin. 

Síðani skulu vit hækka grundarupphæddina við 1.000 krónum um mánaðin. 

Tilsamans ein hækking upp á 1.580 krónur um mánaðin.

Hetta er tað einasta rætta at gera og hetta hava vit ráð til. Harumframt hava vit eina moralska skyldu til at gera tað.

Er tað nakar, sum hevur uppiborið part av vøkstrinum, so er tað okkara gomlu.

Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin