Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gev okkum liberalismu í fiskivinnupolitikkin

Sambært stevnuskrá síni, er Sambandsflokkurin ein liberalur flokkur. Flokkurin hevur altíð roynt at virka fyri, at vinnulívið verður rikið eftir vanligum sunnum marknaðarbúskaparligum treytum.

Eitt grundstøði í hesi stevnu er, at allar forðingar og øll framíhjárættindi, sum skerja vinnuliga frælsið, verða avtikin.** Sambandsflokkurin stuðlar fríari kapping á øllum økjum. Allir borgarar landsins – uttan undantak – eiga somu atgongd til at gagnnýta teir møguleikar, sum eru í hesum samfelag.

Fiskivinnupolitikkurin sambært núgaldandi samgonguskjali og seinastu makrelorrustuni kundi bent á, at Sambandsflokkurin hevur slept síni frælslyntu marknaðarbúskaparligu hugsjón, og verður drigin upp á tráð av einum antiliberalum ognar- og óðalsmannaflokki, Fólkaflokkinum.

Sambært Fólkaflokkinum skal eigarin av makrelinum – Føroya fólk – ikki sleppa at selja burtur av makrelkvotuni. Ístaðin skulu rættindini latast nøkrum fáum útvaldum ókeypis, sum annað gávufæ til góðgerandi endamál.

Samstundis sum landskassanum vantar 500 milliónir krónur, og landsins kosnu fólk mugu ganga biddaragongd út í heim at skuldarbinda bæði núlivandi og komandi ættarlið fyri at halda høvdið so nøkulunda oman fyri vatnskorpuna, so verða við hinari hondini latnar gávur úr sama kassa – sambært Felagnum Nótaskip er talan um gávur fyri eitt virði upp á 789 milliónir krónur.

Her er okkurt spinnandi galið, og ein kann við góðari grund spyrja, um persónar, ið søpla burtur fólksins ogn á slíkan hátt, eru rættsiktaðir ella bara fullkomiliga ábyrgdarleysir?

Makrelkvotan er 150.000 tons – harav føroysk skip fiska um 120.000 tons. Ein nýtist ikki at vera nakað fíggjarflogvit fyri at rokna út, at 120 milliónir kilo – við einum prísi upp á kr. 4,00 til 4,40, eins og kend fyritøka í vinnuni hevur roknað út, at makrelurin er verdur sum søluvøra á uppboðssølu – umboðar eitt samlað virði upp á kanska eina hálva milliard krónur, júst svarandi til undirskotið, sum landskassin bløðir fyri á hvørjum ári.

Nógv verður rópt um tilfeingisgjald, og at áleggja vinnuni skatt av serligum yvirskoti v.m.

Tað hevur ongantíð verið í tráð við skynsaman liberalan politikk at áleggja vinnuni eyka byrðar við eyka skattum og avgjøldum, sum av royndum avmarka bæði virkishug og árræði.

Hinvegin er tað fult í tráð við liberalan politikk at lata vinnuna sjálva áseta prísin í fríari kapping, út frá vanligum marknaðarbúskaparligum fyritreytum. Í hesum høpi er einki meira natúrligt, enn at eigarin av makreltilfeinginum, Føroya Fólk, sjálvur bjóðar hesa ogn sína út í fríari sølu til hægstbjóðandi í javnari kapping millum allar føroyingar.

Vinnan ásetur tá sjálv prísin út frá tí, sum loysir seg og svarar seg búskaparliga – hvørki meira ella minni!** Prísurin verður tá altíð á einum rentablum støði fyri keyparan, meðan seljarin fær tað fyri ogn sína, sum hon er verd – so einfalt er tað!

Hetta kann so vera bæði omanfyri og niðanfyri eitt ásett tilfeingisgjald, men støðið verður hinvegin bæði natúrligt og fleksibult, og harvið altíð lagað eftir teimum marknaðarfyritreytum, sum til eina og hvørja tíð gera seg galdandi í vinnuni.

Viðvíkjandi verandi ókeypis hands- og hevdsrættindum hjá nøkrum útvaldum til ogn Føroya fólks, sum ganga út í 2018, eigur ein liberal loysn at finnast, ið minnir um loysnina, sum higartil partvíst er roynd viðvíkjandi makrelinum. Nevniliga ein frí atgongd fyri øll, við harav fylgjandi sunnari kapping, og ikki bara ein rullandi avbyrgd skipan inn í ævinleikan fyri tey fáu, sum flokkurin hjá ríkfólkunum og hástættini hevur fingið sníkt inn í samgonguskjalið.

Samgonguskjalið er eitt gott og neyðugt skjal fyri at fáa Føroya land víðari fram á leið undir einari tryggari leiðslu við Sambandsflokkinum á odda. Men ávísar tillagingar mugu gerast fyri at flokkurin, sum eg eri partur av og stuðli av heilum hjarta, skal varðveita sítt trúvirði og dygga stuðul millum veljararnar.

Marknaðartreytir mugu eisini vera galdandi fyri fyrsta liðið, fiskiskipini, í sambandi við útvegan av rávøru til víðariframleiðslu. Tað er als ikki ov nógv kravt, tá øll onnur lið í vinnuni fyri langari tíð síðan hava vant seg við, at rávøruprísurin altíð lagar seg til útboð og eftirspurning.

Ikki fyrr enn Sambandsflokkurin hevur fingið henda sín borgarliga politikk framdan í verki kann sigast, at flokkurin aftur hevur sett sítt fingramerki á føroyskan vinnupolitikk, soleiðis, sum hann av røttum eigur, sum størsti flokkur á Føroya Løgtingi.

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin