
Gestur til Grønlands at verða institutleiðari á Ilisimatusarfik
Gestur Hovgaard er settur í starv sum leiðari á deildunum fyri samfelag, búskap og journalistikk á Ilisimatusarfik.
Gestur er í dag lektari í samfelagsvísindum og útbúgvingarleiðari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum og næstformaður i Granskingarnevndini. Hann tekur við fullum starvi í heyst, men fer longu í vár at taka nakrar uppgávur á seg. Gestur fer í farloyvi frá starvinum á Fróðskaparsetrinum, men heldur eftir ætlan fram í Granskingarnevndini, til skeiðið er runnið.
Les um setanina á heimasíðuni hjá Ilisimatusarfik: http://da.uni.gl/nyheder/ny-institutleder-for-institut-for-samfund-%C3%B8konomi-og-journalistik-paa-ilisimatusarfik.aspx
Yvirlit yvir limir í Granskingarnevndini sæst her: http://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=2303