Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gestabústaður í Stokkhólmi

Listafólk og onnur í Tórshavnar kommunu, sum fáast við mentanarligt arbeiði, hava aftur í ár høvi at gista 1-2 vikur í Villa Bergshyddan í Stokkhólmi.

Tórshavnar kommuna luttekur í norðurlendskum høvuðsstaðarsamstarvi á mentanarøkinum saman við Helsinki, Oslo, Stokkhólmi, Keypmannahavn, Reykjavík, Nuuk og Mariehamn.

Stokkhólms kommuna býður íbúgvum í norðurlendsku høvuðsstøðunum at búleikast í Villa Bergshyddan í styttri tíðarskeið í summarhálvuni og arbeiða við virksemi sínum. Hesi kunnu t.d. vera høvundar, tónleikarar, sjónleikarar, myndlistafólk, journalistar, granskarar og onnur, sum í breiðari merking fáast við mentan. 

Dentur verður lagdur á, at tey, sum fáa innivist í Villa Bergshyddan, knýta sambond við starvsfelagar í Stokkhólmi og á tann hátt veita sínámillum kunning og møguliga eisini fáa í lag samstarv.

Tíðarskeiðið, sum gistast kann í Villa Bergshyddan í ár, er 15. apríl til 29. september, og kostnaðurin er 800 svenskar krónur um vikuna

Umsóknarblað fæst á www.stockholm.se/KulturFritid/Stod/nordiskt_kultursamarbete/ , har fleiri upplýsingar eru um stuðulin. Freistin at søkja er 1. februar 2013, og umsóknir skulu sendast til:

Stockholms kulturförvaltning

Nordiskt kultursamarbete

Att: Hanan Haidari

Box 16113

SE 103 22 Stockholm

ella til teldupostadressuna hanan.haidari@stockholm.se