Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gerið nakað sjálvi fyri umhvørvið

- Hvør einstakur kann gera nógv fyri at steðga dálkingini og harvið betra okkara umhvørvi, segði danski tíðindamaðurin og rithøvundurin Thomas Vinge, sum helt fyrilestur á Reinsarínum mikukvøldið. Hann hevur júst givið út bókina "Kom ind i klimakampen" sum snýr seg um, hvat hvør einstakur kann gera.

Í hansara hugaheimi er kolsúrnisútlátið størsti trupulleikin. Men dálkingin kemur ikki bara frá skipum, stórum verksmiðjum og bilum. Og so kom hann við eini rúgvu av góðum ráðum um, hvussu hvørt húsarhald sær kann hjálpa til at minka um útlátið.

Her eru nøkur av teimum:

- Keyp ein "spariskinnara" so alt verður sløkt, sum stendur á "Stand by". Tú kanst spara 30% av orkunýtsluni.

- Endurnýt. Keyp brúkt tá tað ber til og sel ella gev tað, tú hevur, ístaðin fyri at koyra tað á Brennistøðina.

- Savna blikk saman og fá kommununa at seta bingjur upp til blikk, aluminium og annað metall. Dagsins øldunkur kann í morgin umskapast til gaffil og knív.

- Blaka aldri góðan mat burtur og koyr ikki mat á brennistøðina heldur. Endurnýt!

- Hav eitt innkeypsnet uppiá tær og keyp aldri ein plastikkposa - sumstaðni er nú bannað at brúka plastikkposar!

- Hugsa um, hvønn mat tú etur. Kjøt dálkar mest, tí framleiðslan og flutningurin økir sera nógv um kolsúrnisútlátið. Eitt framleitt kilo av neytakjøti gevur 25 kilo av kolsúrnisútláti - eitt kilo av grønmeti bara 120 gram.

- Brúka súkkluna - sum nú eru ókeypis at lána í Tórshavn - til teir stuttu túrarnar. Legg merki til, at bensin- og dieselriknir bilar dálka sera illa á stuttu túrunum, tá motorurin ikki ordiliga fær stundir at blíva heitur.

. Bjálva hús og íbúðir væl. Endamálið má vera, at vit ikki brúka óneyðuga orku til upphiting. Útnyttið vindorku og fjarhita betur.

- Føroysku myndugleikarnir eiga at gera sum teir norsku: avtaka øll avgjøld á elbilar. Fimti hvør nýggjur bilur í Noregi í dag er elrikin. Í Føroyum koyra 11 dýrir og avgjaldstyngdir elbilar tilsamans. Høvuðsstaðurin kundi hóskandi hjálpt til við at bjóða elbilum ókeypis parkering í miðbýnum.

- Og fyri alt í verðini gevist at drekka kelduvatn av fløsku. Sumstaðni er nú bannað at selja vatn í plastikkfløskum - bara fyristillið tykkum mótsøgnina í at keypa eina italska ella franska vatnfløsku í Danmark, sum er koyrd 1400 kiometrar til Danmarkar í einum dálkandi lastbili.

- Og seinast: Plantið tílíkt, sum kann etast. Tað er so øgiliga skjótt at gerast sjálvforsýnandi við grønmeti og kryddurtum. Og tað gleðir meg at síggja, at eitt prosjekt um akkurát hetta nú fer í gond í Havnini.

M.a. hetta segði Thomas Vinge, sum áðrenn hann kom til Føroya helt, at Føroyar vóru sjálvforsýnandi við bæði fiski og kjøti - og eitt nú ikki høvdu fyri neyðini at keypa seyðakjøt úr New Zealandi.