Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gera tvær koyribreytir ein part av Selatraðarvegnum

Landsverk hevur júst sett arbeiðið við at breiðka ein part av vegnum til Selatraðar í gongd. Talan er um ein smalan tein beint norðan fyri Kolbeinagjógv, sum er umleið 500 metrar til longdar, ið verður breiðkaður til tvær koyribreytir.

Umframt at breiðka vegin, er eisini neyðugt at bøta um nakrar brúgvar á teininum. Ístaðin fyri verandi brúgvar, sum eru úr betong, verða áirnar lagdar í rør undir vegnum.

Tað eru settar av tvær milliónir krónur til hetta arbeiði í ár.