Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ger so væl og les, harra borgarstjóri

Tað var stutti boðskapurin frá Jan Gehl til borgarstjóran í Havn, tá hann handaði honum tvær bøkur sum gávu, harav onnur var tann nýggjasta ”Byer for mennesker”, sum er komin út á 10 ymsum tungumálum.

Jan Gehl hevur tvær ferðir áður verið í Føroyum, og hann er als ikki ókendur í miðbýnum í Havn, fingu vit at vita, tá hann vitjaði inn á Ráðhúsið í gjár.

Tey flestu kenna Jan Gehl sum høvund á bókini “Livet mellem husene”, har hann viðger týdningin av at skapa bygningar og rúmini millum bygningarnar soleiðis, at hesi stuðla undir samskifti millum menniskju. Trivnaður og menning liggur í møtinum millum menniskju.

Við hesi yvirlýsing hevur Jan Gehl arkitektur verið ein ótroyttiligur oddamaður í at innrætta býarrúm, ikki bert í Danmark men eisini í londum sum Australia og Amerika, har bilar hava sera høga raðfesting í býarrúmum og menniskju líttla.

Vit síggja nú, um allan heim, eina stóra broyting í fólkalívsmynstrinum. Fólk flyta frá smærri plássum til størri pláss. Broytta fólkalívið krevur, at vit tillaga innrættingina av okkara bygdum og býum, so hesi svara til tey krøv, sum modernaði menniskju seta í dag. Í Føroyum er problematikkurin háaktuellur, vit síggja í dag, at tað er trupult at fáa tey ungu heim aftur eftir loknan lestur. Onnur sum koma heim, eru skjót avstað aftur.

Seinasta bók hansara er ætlað teimum, ið planleggja og arbeiða við býarmenning sum heild. Fyrilestrar hansara eru relevantir fyri øll, bæði tey sum eru við til at planleggja býir, politikkarar, embætisfólk, ráðgevar og okkum øllum sum búgva í bygdum og býum. Og fyri borgarstjórar.