Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ger bilin kláran til veturin

VETRARFERÐSLA: Hálka kemur oftani óvart á. Knappliga ein morgun, tá tú skalt til arbeiðis, er hált at koyra. Eru vetrardekkini ella píkadekkini ikki komin á, økist vandin beinanvegin fyri ferðsluóhappi. Tí ræður um at vera væl skøddur í góðari tíð.

Í Føroyum er loyvt at koyra við píkadekkum í tíðarskeiðnum frá 16. oktober til 30. apríl, og forboð er fyri at nýta summardekk frá 1. desember til 30. apríl.

Tað er upp til hvønn einstakan at avgera, hvørji vetrardekk tú velur. Av tí at summardekk eru gjørd úr slíkum tilfari, sum harðnar, tá tað er kalt, eru øll vetrardekk betri enn summardekk um veturin. Tí eiga øll at nýta vetrar- ella píkadekk, tá vit nærkast kuldastigunum.

Eitt annað, ið vert er at kanna og geva gætur, er mynsturdýpdin á dekkunum. Mynsturdýpdin á vetrardekkunum skal í minsta lagi vera 3 mm.

Fleiri ferðsluóhapp henda í hálku
Landsverk hevur kannað 1024 ferðsluóhapp nærri, sum Politiið hevur skrásett í tíðarskeiðnum 2014-
2017. Kanningin vísti millum annað, at hálka var orsøkin til 205 ella til 20 prosent av samlaða talinum av ferðsluóhappum hetta tíðarskeiðið (sí kortið, ið vísir støðini, har tey 205 ferðsluóhappini hendu orsakað av hálku). Av teimum 1024 ferðsluóhappunum vóru 80 óhapp við persónsskaða, men bara 4 av teimum 80 við fólkaskaða hendu orsakað av hálku (ella 5 prosent). Her er nakað, sum bendir á, at bilførararnir hava koyrt varisligari í hálkuni við tí úrsliti, at tá hesi óhapp eru hend, kom eingin til skaða.

Fyrireiking kann fyribyrgja ferðsluóhappum
Tað er altíð gott at fyrireika seg væl, áðrenn farið verður út at koyra í hálku og kava. Setir tú teg í bilin árla á morgni ein kaldan vetrardag, áðrenn útvarpið er byrjað, og ivast tú í, um tað man vera hált at koyra, ber til at kanna koyrilíkindini í fartelefonini.

Tað ber til at fáa fatur á upplýsingum um veðrið og koyrilíkindini frá Landsverki á heimasíðuni landsverk.fo, í útvarpinum og eisini í fartelefonini umvegis appina hjá Landsverki, sum tú kanst lesa meira um og taka niður her. Upplýsingarnir um veðrið stava frá teimum 27 veðurstøðunum hjá Landsverki kring landið, sum veita upplýsingar um millum annað hita, vind, ætt og hvirlur hvørt 10. minutt alt samdøgrið, og nú eisini forsøgn eitt samdøgur fram í tíð. Av teimum 27 veðurstøðunum eru 14 útgjørdar við vevmyndatóli, soleiðis at til ber at síggja støðuna á vegnum á heimasíðuni ella umvegis fartelefon.

Minnist tí til at kanna koyrilíkindini, áðrenn farið verður frá húsum. Latið ferðina taka ta tíð, sum krevst, haldið fjarstøðu frá bilinum frammanfyri, og koyrið altíð eftir umstøðunum.

FAKTA: Fyrsti og seinasti hálkudagur 2000-2018

2000 – 2001:     01. november – 19.apríl
2001 – 2002:     04. november – 12. mai
2002 – 2003:     18.oktober – 02. apríl
2003 – 2004:     04. oktober – 10. apríl
2004 – 2005:     24. oktober – 18.mai
2005 – 2006:     22. oktober – 17. apríl
2006 – 2007:     18. oktober – 15. mai
2007 – 2008:     29. september – 15. apríl
2008 – 2009:     03. oktober – 31. mars
2009 – 2010:     22. september – 12. mai
2010 – 2011:     18. oktober – 29. mars
2011 – 2012:     07. oktober – 18. mai
2012 – 2013:     21. oktober – 23. mai
2013 – 2014:     25. oktober – 13.apríl
2014 - 2015:     14. oktober – 08.mai
2015 – 2016:     24. oktober – 28.apríl
2016 – 2017:     30. september – 25.apríl
2017 – 2018:     18.oktober – 07.apríl
2018 – 2019:     26.oktober – 11.mai