Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Georg L. Petersen og storkurin

Perla frá 2014: Georg L. Petersen, journalistur, hevur eina grein á Portalinum mánadagin, sum er sjáldsama misvísandi, og sum eg tí kenni meg noyddan at gera viðmerkingar til.

Ofta verður tikið til søguna um hin unga lesandi úr Randers, tí hann var so púra sannførdur um, at hann kundi prógva, at storkurin kemur við nýføðingunum: Tí alt meðan talið av storkum minkaði í stórum, minkaði eisini talið av nýføðingum.

Øll vita, at uppáhaldið hjá hinum unga lesandi er tað reina tvætl. Á sama hátt er við tí, sum Georg L. Petersen skrivar.

Í greinini kemur hann til, at tá Tórshavnar kommuna ikki hevur neyv yvirlit yvir akfør hjá kommununi fleiri ár aftur, so merkir tað, at kommunan ikki ánaði, hvussu nógv akfør kommunan átti eitt ávíst tíðspunkt.

Sjálvsagt veit Tórshavnar kommuna, hvussu nógv akfør kommunan eigur, og tað visti kommunan eisini bæði í 2005 og í 2010.

Tað, sum Georg L. Petersen herfyri bað kommununa um innlit í, vóru yvirlit frá eldru árum. Hann fekk at vita, at kommunan ikki hevur tey. Men tað merkir ikki, at kommunan ikki hevur havt yvirlit fyri undanfarin farin ár. Yvirlit yvir akfør og maskinir vórðu nevniliga dagførd so hvørt, og eru tí ikki goymd fyri hvørt árið sær.

Hesi yvirlit verða brúkt í sambandi við ognarskjalfesting m.a. at nýta í tryggingarsamanhangi, og til at geva verkstaðnum yvirlit yvir, hvørji rakstrarstøð, ið ymisk akfør og maskinur hoyra til, hvussu nýtslan er, og um møguleikar fyri effektivari nýtslu við at rakstrarstøð kunnu hava felags amboð og maskinur.

Men heldur enn at spyrja um hetta, ger Georg L. Petersen sína egnu margháttligu niðurstøðu á sama hátt sum við søguni um storkin: Tá kommunan hevur ikki eldri yvirlit at lata innlit í, ergo visti kommunan ikki, hvussu nógv akfør hon hevði.

Georg L. Petersen hevur í longri tíð roynt at mana eina mynd fram um, at í Tórshavnar kommunu er einki skil á. Tað hevur hann fullan rætt til. Men sum við storkinum og barnatalinum, so er minsta krav, at hald er í tíðindunum og ikki minst niðurstøðunum, hann borðreiðir við.

Tað hevur hann ongantíð.

Heðin Mortensen

borgarstjóri