Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Genbarónar fyri 10 milliónir

Viðmerking úr blaðnum frá 19. desember 2014: 

Snúrur hevur selt seg til donsku fíggjarlógina fyri 10 milliónir krónur. Afturfyri verður hann trúgvur ímóti dønum og teirra ónollum. Fyri nøkrum árum síðani fóru August Gabriel og teir við fleiri spannum av føroyskum blóði til Danmarkar, hetta steðgaði tá ið onkur fortaldi teimum at tað var ólógligt. 

Áhugavert hevði eisini verið at vita hví føroysku genini eru so áhugaverd. Snúrur sigur at faklig krøv skulu fylgja við, tí tað siga danir? Tað ljóðar løgið, tí hetta var bara í lagi, um onkur vildi gjalda. Eigur man ikki fyrst at seta fakligu krøvini, og síðani koma við pengunum. Her er alt øvugt, pengarnar fyrst, skít veri við restini.

Vit vita av royndum, at tá ið teir bedýra at tað ikki er pengar tað snýr seg um, so er tað tí tað bara snýr seg um pengar. Tá teir siga at tað skal vera í lagi fakliga, so er fakliga støðið sum “specialið” hjá Sjúrði.

Credo.