Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gebiss í sósini

Grein úr Goymsluni: Stjórin á Hotel Føroyum: Onkur hevur lagt gebissið í sósina. Greinin stóð í Oyggjatíðindum, 9. marts 2005. Vit ætla at koma við fleiri slíkum perlum.

Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum, trýr ikki uppá, at nakar í ósketni hevur mist gebissið í sósaskáluna undir turr-kjøtaseansuni á Hotel Føroyum næstseinasta fríggjakvøld.

Hann ivast ikki í, at her hevur verið ein órein sál uppá spæl. Tað var ein bóndakona, sum hevði fingið sær trivaligt uppá talerkin av góðum stoktum seyðakjøti. Tá hon hevði fingið sær sós umaná, lá eitt gebiss millum lekru kjøtbitarnar á talerkinum.

Spurt varð sjálvandi um kokkurin manglaði nakað. Tað kann so vera at hann gjørdi, men tað var so ikki gebissið. - Hár í suppuni ella ein negl í matinum, er vanliga nakað, vit síggja í skemtitekningum.

Ongin trýr rættiliga uppá hesar søgur, men Johannes Jensen, sigur, at hetta er ikki óvanligt at síggja - heldur ikki í Føroyum, og ein orsøk kann vera fyri at sleppa undan at gjalda fyri máltíðina.

Stórin á Hotel Føroyum sigur, at tey fara ikki at skipa fyri skerpikjøta-kvøldi eina aðru ferð, men tað hevur onki við gebissið at gera.

Á Hotel Føroyum hava tey skipað fyri fleiri tiltøkum av ymiskum slagi, sum hava fingið sera góða undirtøku, men tað er ongin ið skal trúgva, at hetta eru lættar uppgávur. Nógv arbeiði liggur í at fyrireika hesi tiltøk.

Heldur enn at endurtaka tiltøk, ið hava eydnast væl, er hugburðurin hjá hotellinum allatíðina at koma við nýggjum, og tað er ein avbjóðing í sjálvum sær.

Stjórin, Johannes Jensen, sigur, at hendingin við gebissinum fer at føra við sær, at starvsfólk hjá hotellinum í framtíðini fara at vera meira ansin, hava eyguni við matarborðinum.

Tað hevur ljóðað, at ein eldri maður gekk og leitaði eftir gebissinum, men hetta trýr eingin uppá. Hinvegin er tað eitt dýrt fornoyilsi, at leggja gebissir í sósaskálir, bara fyri at gera ónáðir.