Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gáttin á Setrinum munandi hægri í ár

331 umsøkjarar hava í dag fingið bjóðað lestrarpláss á Fróðskaparsetrinum í 2020. Hægri miðaltal hjá umsøkjarunum hevur við sær, at gáttin í ár er hægri enn undanfarin ár

Um mánaðarskiftið varð staðfest, at stórur vøkstur er í talinum av fólki, sum vilja sleppa at lesa hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya.

469 umsóknir komu inn, og tað svarar til ein vøkstur uppá meira enn 18 prosent samanborið við í fjør.

Nú umsóknirnar eru viðgjørdar, kann eisini staðfestast, at fleiri umsøkjarar hava hægri miðalpróvtøl enn áður.

Svar send út fríggjadagin

Øll 469, sum hava søkt inn á Setrið í 2020, hava fingið svar um upptøku í dag.

Lestrarskrivstovan hevur givið tilsamans 331 umsøkjarum tilboð um lestrarpláss, og hetta svarar til 70 prosent av øllum, sum søktu. 

Hægri gátt

Fleiri høg miðalpróvtøl eru í umsóknunum í ár, og hetta sæst serliga væl aftur, tá talan er um læraraútbúgvingina á Námsvísindadeildini, men sama gongd er eisini á útbúgvingini til námsfrøðing og sjúkrarøktarfrøðing.

Hetta hevur við sær, at gáttin er hægri, og fyri at sleppa at lesa til fólkaskúlalærara, námsfrøðing og sjúkrarøktarfrøðing gøgnum Kvotu 1 krevst munandi hægri miðalpróvtal í ár enn undanfarin ár.

Lægsta miðaltal, har umsøkjari hevur fingið boðið lestrarpláss eftir Kvotu 1 (miðalpróvtal eftir 7-talsstiganum):


Útbúgving

2020

2019

2018

2017

2016

Fólkaskúlalærari

8,3

5,8

7,4

6,9

7,7

Sjúkrarøktarfrøði

8,2

7,8

7,4

7,5

8,0

Námsfrøði

7,0

6,0

6,3

5,3

6,1

Av teimum 261 umsøkjarunum, sum hava fingið í boði eitt pláss á bachelorútbúgvingunum, sleppa 233 inn á ta útbúgvingina, sum tey hava sett sum sína fremstu raðfesting.

Til námsfrøði eru tilsamans 42 á bíðilista. Til lærara eru tilsamans 48 á bíðilista. Til sjúkrarøkt eru tilsamans 46 á bíðilista.

Tey, sum hava fingið tilboð um lestrarpláss, skulu taka av í seinasta lagi 1. august.

Tey, sum ikki fáa tilboð um lestrarpláss, hava eisini fingið boð í dag, har tey annaðhvørt fáa at vita, at tey eru á bíðilista, ella at umsóknin ikki er gingin á møti.




Bjóðað lestrarpláss 2020 (2).pdf