Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gátan um Pidda: Ellivu sefrøðingar komnir við hernaðarflogfari

Seint í gjárkvøldið ella tíðliga hósmorgunin, kom eitt danskt hernaðarflogfar í Vágarnar. Við í ferðalagnum vóru ellivu serfrøðingar.

Upplýst verður, at hesi fólkini skulu vera við í leitingini eftir Pidda. Frammanundan vita vit, at tveir ella tríggir kriminaltekniskir serfrøðingar longu hava verið í Føroyum í nakrar dagar.

Hvat hesi ellivu fólkini skulu gera, hava vit ikki fingið uppspurt, tá tíðindini, sum kriminalløgreglan letur frá sær eru stýrd, og almenna pressan tí bara hevur leiklutin, sum pappageykurin, ið hevur lært at taka uppaftur.

Tó váttaði løgreglan mikudagin, at baksetrið var tikið burtur úr tí eina bilinum, sum hald var lagt á, men at hetta setur var funnið. Løgreglan hevði tó ongar viðmerkingar til um spor vóru funnin á hesum “rumpudassara”.

Oyggjatíðindi á netinum, kemur út á middegi í fríggjadagin. Tá hava vit nýtt um Pidda, sum ikki hevur verið almannakunngjørt fyrr. Hendan serútgávan fæst bara, sum hald, ella kann keypast á á netinum við visakorti.

Men fyribils eru ellivu serfrøðingar komnir aftrat við hernaðarflogfari, vilja keldur vera við.